Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Leygardagin 4/7 verður tiltak í Norðragøtu frá kl. 11-16 við tónleiki, opnum savni, listaframsýning, føroyskari ryssu við fyli, nýggjum kaffihúsi, røðu, sølutorgi, matsølu og meira.

Pershús letur dyrnar upp fyri fyrstu ferð sum kaffihús, Hallur Joensen syngur – eisini saman við kórinum Eystanljóði. Listaframsýning verður inni í gomlu handilshølunum hjá Glæmuni – nú El-Talvuvirkið; Tummas Jákup Thomsen og Erla H. Olsen sýna fram. Sølubásar við klædnavørum, matvørum, bókum, myndum, smúkkum, handverkslutum og øðrum verður á torginum við gamla býlingin. Tórshavnar Manskór setur setur prikkin aftaná røðuna, sum byrjar kl.15.15.

Fjølbroytta Blásastovusavnið er opið, eins og høvi er at fáa rundvísing kl. 11.30. Ryssan Iris við nýfolaða fylinum Blesstur verða partur av opna savninum.

Fyrireikararnir bjóða øllum hjartaliga vælkomnum til hugnaligar løtur í gamla býlinginum í Tróndargøtu í Norðragøtu, og vóna at síggja nógv fólk leita til bygdina!

Les nærri um neyvu skránna her: www.eysturkommuna.fo/trondardagur-komandi-leygardag/

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo