Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum
Evni: Børn og inntøkukrav til útlendingar

Spurningar:
1. Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í Føroyum áðrenn 2. september 2023?

2. Hvørji rættindi hava børn hjá útlendingum við uppihaldsloyvi, sum eru fødd í Føroyum 2. september 2023 ella seinni?

3. Eru dømi um, at børn, sum eru fødd í Føroyum av útlendingum, ikki hava fingið uppihaldsloyvi, eftir at nýggju reglurnar um inntøkumark vórðu settar í gildi 2. september 2023, hóast foreldur teirra hava uppihaldsloyvi eftir gomlu reglunum?

4. Ber til hjá útlendskum hjúnum sjálvi at gera av, hvør teirra er “høvuðspersónur/sponsor” og hvør av teimum er “samfylgjandi familja”, tá uppihaldsloyvi skulu leingjast?

Viðmerkingar:
2. september í 2023 vórðu nýggjar reglur settar í verk á útlendingaøkinum. Tá varð krav sett til inntøkuna hjá útlendingum við vinnuligum uppihaldsloyvi, sum ynskja at fáa familjuna við sær til Føroyar. Hetta fyri, at familjurnar skulu megna at forsyrgja sær sjálvum í Føroyum. Reglurnar eru ikki galdandi fyri útlendingar, sum hava søkt um uppihaldsloyvi áðrenn 2. september 2023 ella fyri útlendingar, sum leingja verandi uppihaldsloyvi, sum er givið eftir gomlu reglunum.

Undirritaða er gjørd varug við, at trupulleikar stinga seg upp, um útlendsk hjún fáa børn, meðan tey eru í Føroyum. Útlendingar, sum svara hvørjum sítt, og sum hava fingið uppihaldsloyvi áðrenn reglurnar um inntøkumark vórðu settar í gildi, koma undir nýggju reglurnar við inntøkumarki, fyri at nýføddu børn teirra skulu fáa uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað kunnu vera nógvar orsakir til, at útlendsk hjún ikki liva upp til nýggju reglurnar um inntøkumark. Fíggjarstøðan kann vera broytt soleiðis, at makin, sum upprunaliga var “høvuðspersónur/sponsor” fyri samfylgjandi familjuna, ikki longur hevur berandi inntøkuna í familjuni og tí ikki livir upp til inntøkumarkið eftir nýggju reglunum, men at hjúnafelagin/makin hevur nóg stóra inntøku – og at tey samanlagt hava eina ríkiliga stóra inntøku til at forsyrgja sær sjálvum og børnum sínum.

Á Løgtingi, 5. apríl 2024
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo