Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vikurnar undan páskum verður skipað fyri afturvendandi Tulipantiltakinum undir herrópinum:

Nei til narkotika

Tað at berjast ímóti rúsevnum og tí, ið fylgir í kjalarvørrinum: harðskapur, kriminalitetur, óarbeiðsføri og sjúka, hevur framvegis stóran týdning.

Sum skilst er tað alsamt vorðið lættari at fáa hendur á narkotika í Føroyum, og tí er tørvurin á fyribyrging og upplýsing størri enn nakrantíð, serliga millum tey ungu.

Í hesum sambandi hava Lions klubbarnir í Føroyum seinastu árini skipað fyri sokallaðum Lions Quest skeiðum fyri fólkaskúlalærarum. Endamálið er at geva næmingum lívsvirði og sjálvsálit, so at teir m.a. duga at siga nei til rúsevni.

Fleiri enn 500 lærarar hava verið á Lions Quest skeiði, sum Nám vegna Lions Club bjóðar skúlunum.

Fyri at halda fram við hesum arbeiði krevst peningur. Upplýsing kostar.

Tit kunnu hjálpa okkum á henda hátt:
Síðstu vikuna undan páskum hava tit standandi á sjónligum stað í hølum tykkara eina ella fleiri bukettir við tulipanum og eitt skelti við áskriftini ”Nei til narko”

Ein bukett við 10 tulipanum kostar kr. 250,-

Vit lata tykkum tulipanirnar og skeltið vikuna undan páskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo