Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Høvuðsungdómsvenjarar, U11-venjarar, og umboð fyri FSF, saman við U11-dreingjunum hjá FC Hoyvík, og U11-gentunum hjá Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

Høvuðsungdómsvenjarar, U11-venjarar, og umboð fyri FSF, saman við U11-dreingjunum hjá FC Hoyvík, og U11-gentunum hjá Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

Høvuðsungdómsvenjarar, U11-venjarar, og umboð fyri FSF, saman við U11-dreingjunum hjá FC Hoyvík, og U11-gentunum hjá Skála - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF:  – Sjálvandi er ynskiligt, at øll – bæði børn, ung og vaksin – fáa so góðar venjingar sum tilber. Men tað er ikki uttan orsøk, at tey millum 9 og 12 ár verða kallað fyri gull-aldurin. Gransking vísir, at tað er í hesum aldurinum at tey eru mest móttakilig.

– Tað er tískil við tí fyri eyga, at vit hesaferð hava sett U11-aldursbólkin á breddan, og at tey alla tíðina kunnu fáa so góðar og væl skipaðar venjingar úti í feløgunum sum yvirhøvur tilber, sigur Pætur Smith Clementsen, tekniskur stjóri hjá FSF.

Farna mikudag skipaði Fótbóltssamband Føroya fyri áhugaverdum tiltakið á Svangaskarði á Toftum, har meginpartin av høvuðsungdómsvenjarunum kring landið, saman við U11-venjarunum, luttóku.

Á skránni vóru framløgur og kjak, og luttakararnir fingu eisini møguleikan at arbeiða í bólkum. Harafturat vóru tvær venjingar á vøllinum við U11-dreingjunum hjá FC Hoyvík, og U11-gentunum hjá Skála.

Líknandi tiltak var fyrr í ár í suðuroynni, tá Fótbóltsmennararnir hjá FSF vitjaðu FC Suðuroy, TB og Royn.

– Vit eru sera væl nøgd við uppmøtingina. Øll feløgini vóru umboðaði, og vónandi fer at bera til at hava fleiri tílík tiltøk framyvir, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo