Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltssambandið: Føroysku U17 landsliðini fyri bæði gentir og dreingir eru í løtuni í Ikast í Danmark, har tey frá í dag til mikudagin luttaka í árligu kappingunum um NEVZA meistaraheitini.

NEVZA er eitt av sonevndu økjunum undir CEV, sum skipa sjálvstøðugar kappingar og er NEVZA samansett av øllum norðurlondum og Onglandi.

Liðini bæði fóru av landinum í gjár og koma aftur til Føroyar hósdagin.

Við í kappingini hesuferð hjá bæði gentum og dreingjum eru Danmark, Noreg, Svøríki, Ísland, Ongland og Føroyar.

Genturnar eru komnar í innleiðandi bólk saman við Íslandi og Onglandi, meðan dreingirnir eru komnir í innleiðandi bólk við Noreg og Onglandi.

Innleiðandi dystirnir í bólkunum verða leiktir í dag. Vinnararnir av bólkunum koma beinleiðis í semifinalurnar, sum verða leiktar í morgin, meðan nr. 2 og nr. 3 í bólkunum í morgin leika fyri at koma í semifinalurnar.

Finalurnar verða leiktar mikudagin og sama er galdandi fyri dystirnar um 3. og 5. plássini.

Bæði liðini leika fyrsta dystin ímóti Onglandi. Dreingirnir leika í dag kl. 12.00 føroyska tíð, ímeðan genturnar leika kl. 14.15. 

Nærri upplýsingar um dystarskrá og stroyming finnast her: http://www.nevza.org/volleyball-u17-championships-in-ikast-denmark/

Stroymingin verður framleidd av einum bólki í NEVZA, sum arbeiðir við at betra varpingina av dystum í norðurlondum, har Føroyar longu er rættuliga frammalaage.  Í hesum bólkinum luttekur Hans Simonsen, sum er leiðari av allari varping av dystum hjá Flogbóltssambandi Føroya.

Genturnar, sum eru úttiknar til U17 landsliðið eru:
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Anja Sólja Niclasen, SÍ
Lív Bára Hansen, Fleyr
Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
Saranja Mouritsen, Fleyr
Bára Leonsson Mouritsen, Fleyr
Tóta Búadóttir, Fleyr
Ranja Jóhannesdóttir Magnussen, TB
Bjørk Lunell Bruhn, TB
Ása Thorkildshøj, KÍF
Nicola Toftegaard, Ikast KFUM
Rikka Allansdóttir Joensen, DHV Odense

Høvuðsvenjari: Kristian Mikkelsen
Hjálparvenjari: Annika á Stongum
Liðleiðari: Lena í Buð
Fysioterapeutur: Sissal Abrahamsen

Dreingirnir, sum eru úttiknir til U17 landsliðið eru:
Hákun Nón, ÍF
Silas Poulsen, SÍ
Elias Ellingsgaard, SÍ
Eli Hansen, Ternan
Filip Simonsen, Fleyr
Róar í Haraldsstovu, SÍ
Tóki í Haraldsstovu, SÍ
Filip Ilic, ÍF
Vuk Ilic, ÍF
Adrian Lind Jacobsen, Ternan
Árni Lamhauge Mohr, ÍF
Harry Højgaard, Ternan

Venjari: Cristian Imhoff
Hjálparvenjari: Vukasin Nedeljkovic
Liðleiðari: Jónley Poulsen
Fysioterapeutur: Sissal Abrahamsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo