Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Týsdagin 17. januar verður lutakastið til U21 HM-endaspælið, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.

Hetta skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðu síni.

32 lið skulu lutast í átta bólkar á fýra lið, og eru Føroyar styrkismettar í potti 2. Ovastu tvey liðini úr hvørjum bólki koma víðari til ovaru millumrunduna, meðan tvey tey niðaru koma í niðaru millumrunduna. Hareftir eru dystir eftir cup-skipan.

Pottur 1: Spania, Portugal, Egyptaland, Serbia, Svøríki, Ungarn, Algeria og Frakland
Pottur 2: Týskland, Danmark, Slovenia, Brasil, Føroyar, Grikkaland, Ísland og Pólland
Pottur 3: Japan, Bahrein, Kuveit, Tunesia, Argentina, Kili, Kuba og Kroatia
Pottur 4: Australia, Angola, Marokko, Libya, Kosta Rika, Saudi Arabia, USA og IHF Trophy vinnarin

Føroyar vann seg til HM-endaspælið við at enda sum nummar 10 til U20 EM-endaspælið í Portugal í summar.

HM-endaspælið verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi í døgunum 20. juni til 2. juli.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo