Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bindifestivalurin: Hósdagin 20. apríl letur spennandi ullartelt upp í Fuglafirði. Tað er í sambandi við Bindifestivalin, sum verður í døgunum 20.-22. apríl, tó er Ullarteltið alment og ókeypis.

Tey, sum koma inn í Ullarteltið sleppa at fáa gull millum hendurnar við antin at nappa, karða, spinna ella binda. ”Veits tú ikki hvat alt tað vil siga, so er ikki at fella í fátt, tí tað verða køn fólk, sum greiða frá og vegleiða teg í, hvussu tú skalt nappa, halda kørðunum, snara handsnælduni ella bindir beint úr ullini.”, siga fyriskipararnir.

”Ullarteltið verður á tremur við bæði vaskaðari og óvaskaðari ull, so øll kunnu royna sansirnar við at síggja, lukta og nerta við ullina og ikki er neyðugt at hava roynt tað fyrr.”

Ullarteltið verður opið hvønn dag frá kl. 10 til 17 og verkstovurnar, sum varða hálvan tíma hvør, byrja kl. 11.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo