Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bjarni Hammer, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Um bótina til alifyritøku

Spurningar:
1. Nær kann væntast at frætta um bótina til alifyritøkuna Bakkafrost?
2. Hví er málið ikki avgreitt?
3. Tá bótin verður goldin, fer hon so í landskassan ella danska statskassan?

Viðmerkingar:
Hvar endaði rokningin til Bakkafrost?

Tað var í desember í 2021, at Kringvarpið visti at siga, at Heilsufrøðiliga starvsstovan hevði latið fútanum mál um at áseta revsing og bót á 67 mió. kr. móti alifyritøkuni Bakkafrost.

Síðani tykist einki vera hent í hesum álvarsliga máli.

Í sjónvarpsinnslagnum var stjórin á Heilsufrøðiligu starvsstovuni annars ivaleysur. Bakkafrost hevði afturvendandi brotið flutnings- og rakstrarkunngerðina og átti at fáa hóskandi revsing. Eisini fútin helt málið verða so álvarsligt og av so stórum samfelagsligum áhuga, at hann ringdi til løgmansstjóran og “kunnaði” um málið.

Nú løgmaður í farnu viku kundi boða frá, at arbeitt verður við at fáa bøtur, sum í dag enda í danska statskassanum, í landskassan, so reisur spurningurin seg aftur um bótina, sum Bakkafrost skuldi gjalda.

Hvar liggur málið? Hví er ikki meira hent í málinum? Hvar endar bótin - í landskassanum ella í danska statskassanum?

Á Løgtingi, 18. apríl 2024
Bjarni Hammer

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo