Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Man skal ikki vera serliga scenuvandur ella kønur eygleiðari av kroppsmáli fyri at síggja, hvussu øgiliga betonkiligur Aksel er við ta besyndarligu gonguna, sum hann hevur rikið í rætt á ársins stytsta degi, nú hann hevur verið eftir politiskum jólaseyði.

Á kringvarpsins síðu er jú kunngjørd ein ótrúliga grotesk mynd, har man sær tann ovasta rakstrarmannin hjá tjóðveldismuni, harra Hoydal sita høgrumegin og ta lunkaðu fjallkonuna Vang vinstrumegin tann politiska seyðamannin, Aksel, alt meðan hann verður vavdur inn í eina groteska gestikulerandi fløkju, har tey manuelt fjøtra hann við fullum nevum og helst onkrum teskandi trygdareiði afturvið.

Tað er næstan sum í eini frímúrara-logu ella eini speidararørslu fyri kátar ómyndugar óvitar.

Tað er heilt týðuligt, at Aksel er bekymraður og følir seg ikki sørt misbrúktan av hesum óhóskandi og pubertila atburði hjá vaksnum fólki. Vang hevur eisini eitt heldur smáfjákut bros, meðan Hoydal er heilt euforiskur og beinleiðis flennir, meðan hann óbeherskaður skakar lógvar.

Tað er einki undarligt í tí, at Hoydalur er ovurfegin, tí hvis hann ikki hevði sloppið inn í hesa rættina hjá Akseli áðrenn nýggjár, hevði hann beint út verið frákoyrdur sum formaður í Tjóðveldismuni til várs, soleiðis sum stermmutalið hjá honum svinnir burtur og serliga tí, at fleiri yngri loysingar hava leikað í móti honum og kravt, at hann bleiv frákoyrdur sum formaður og ovurloysingur.

So fyri tann desperata Oddaloysaran er henda løgna gongan ein kærkomin bjarging í allarevstu løtu, beint áðrenn politiskan fýraftan.

Men tað er ikki spennandi hjá Akseli, sum skal stríðast við hesa bizarru gongu í longri tíð.

Innast inni og í einrúmi hevði hann helst ynskt eftir, at henda vitleysa gongan bleiv jólatrøll!

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo