Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

…hmm…sjáldan er hon sjónskari enn í einum verkfalli…tvørsøgnin føroyska samfelagið hongur saman av…

…tá…í nøkur eygnablunk…sæst so óumberliga og grefliga tann ójavni, vit annars duga at dylja okkum…um ikki best í verðini, so í norðurlondum ella ið hvussu er í kongsríkinum… ikki síðst tá vit standa í valklivanum við atkvøðuseðlinum í hondini…

…og valdagurin fyri einum lítlum ári síðan var einki undantak…

…løgtingið, sum reis upp úr atkvøðukassunum tað valkvøldið, fór skilliga ikki at nerta…ja ikki so mikið sum at bjóða til at rigga tað fáveldið av, ið her hevur bygt seg upp tey seinastu mongu valskeiðini við sínum langa, lítið tespiliga hala av fiskivinnuóskili, seráhugamálarøkt, undirmannaðari almennari fyrisiting, tilvild og snarneyðloysnum…og tað alt við einum miðlaundirspæli av journalistiskum avdeyðamæi í bland við lifr fyri teimum, sum hava fingið ræðið yvir fólksins ogn uttan aðra ábyrgd samfelagsliga, enn tey sjálvi vilja...

…og ikki gjørdi tað tann stóra munin heldur, at politisku áherðslurnar hjá meirilutanum, sum tók við úti í Tinganesi um jóltíðir í fjør, vóru eitt sindur øðrvísi enn hjá undanfarna landsstýri…eitt nú tá tað galt lønarlyft og skattalætta til tey lág- og miðalløntu…

…viljin…ryggurin, sum veljarin hevði skapt í henda meirilutan…ikki stinnari enn so…tað sæst m.a. aftur í málinum um Russlandssáttmálan…og tá ið so nøkur oyru skuldu takast afturat til samfelagið fyri brúksrætt til samogn fólksins…sjófeingi og firðir…kravdu tey við brúksrættinum ikki at rembast við og spenna fast… sum Tróndur gamli í Tróndargjógv…nei, tey rørdu so dánt lítlutá, so brast politiska skipanin í liðinum, íðan datt miðlunum ikki annað í hug enn hóttafall og undirgangur…men veljarin sat eftir við gikt í vælferðini…

…sum sagt legst tvørsøgnin í føroyska samfelagnum ongantíð so ber sum í einum verkfalli…nú kann eg gaman í bert fylgja við úr fjarstøðu…hiðani úr London…kortini hoyri og síggi eg ikki betur enn, at felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevur eina góða søk…sjálvt haldførið í heilsuverkinum…einki minni…í gjár lurtaði eg eftir einum stuttum viðtali, Kringvarpið hevði við ein sjúkrarrøktarfrøðing í tinghúsinum, nú uppskotið um at leggja upp í verkfallið var til viðgerðar…viðkomandi arbeiðir á Klaksvíkar sjúkrahúsi…málbar seg sinniliga og greitt… sum viðurskiftini vóru í sjúkrarøktini, læt hon at, fóru færri enn fleiri at gerast gomul…og roynd… í yrkinum…

…og tað er nú einki at taka seg aftur í heldur, sjúkrarøkt er eitt krevjandi arbeiði og skulu sjúkrarøktarfrøðingar støðast…og trívast… í heilsuverkinum…mugu tey fáa líkinda arbeiðskor og eina løn í samsvari við ta ábyrgd, ið løgd verður á tey…

…men hinvegin…hvat skal fíggjarmálafrúan gera, tá ið hennara veljaraskapta rásarúm er so trongt…og hon… sum hon jabbar upp í saman…noyðist at hugsa um haldførið hjá landskassanum…ikki at siga øllum samfelagnum…umframt tað at tilvild og søguliga gongdin hesi seinastu tjúgu árini eisini spæla sitandi landsstýri eitt næstan illavorðið puss…hetta upp á seg lítla, landsstýrið hóast alt setti sær fyri í samgonguskjalinum til at javna og bøta um korini hjá fólki…altso lønarlyftið áðurnevnda og skattalættin…tey eru nú…siga miðlarnir og teirra viðmerkjarar…sjálv atvoldin til verkfallið og ta spentu støðuna á arbeiðsmarknaðinum…

…og nú meðan verkfallið er í hæddini …og spenningurin veksur í hvørjum…nú almenninginum eitt tak tykir næstan líka synd í sjúkrarøktarfrøðingum sum fyri stuttum í útvaldum reiðarum og alarum…er tað líkasum blint…hetta ið tó liggur og breiðir seg sum ein roysningur fyri hvørs mans eygum…hvussu fáveldið... við sínum ójavna, sínum seráhugamálastrembingi... vil seta karmarnar fyri hvørji kor, fólk skulu hava í samfelagnum…sjúkrarøktarfrøðingar sum onnur…

…men hvør ið útgangurin so verður… úr hesum verkfallinum… er eitt vist… sum alt liggur fyri og er skipað… tann lønarvøkstur, ið spyrst burtur úr, fara prísvøkstur og almennar sparingar at gera skil á, áðrenn langt um líður…

…soleiðis hava vit valt, tað skal vera…

…og tað eru ikki bara sjúkrarøktarfrøðingar í rýmingarhugi…tí uppvaksandi ættarliðnum man vit og skil í longdini siga, at ein framtíð í føroyska samfelagnum við teimum kørmum, vit hava valt, kann javnast við at leggja seg í eina líkkistu…

…ella hvør veit…kanska taka vit tað til eftirtektar, vit síggja hetta, meðan verkfallið stendur við…hesi eygnablunkini…

...ella kanska…og sannlíkari…tíverri… læna vit heldur hinum okkara trúvilliga oyra…enn og aftur… teimum, ið dúgligast hava slokt afturendan á seráhugamálavaldinum…men nú brádliga akslaðu tann reyða fánan… tosaðu í tinginum, sum var sjálvur Lenin upprisin og komin at halda sína fjallaprædiku…

…spyrst, so livst…

Carl Johan W. Jensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo