Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Í morgin verður ikki sama veður sum í dag - hann kemur lágt, bert eitt gul ímillum landsynning og útsynning, skýggjað men turt og hitin um 5 stig.

Týsdagin heldur frískari vindur og tað verður ælaveður, tó eisini við onkrum sólglotta og hitin hin sami, um fimm stig. Ímóti kvøldi skiftur ættin uppí norðan ella útnyrðing.

Mikudagin strúkur í vindi av útnyrðingi, kanska okkurt vátaslettingsæli fyrrapartin og tað verður kaldari, um 2 stig.

Hósdagin verður ættin eystan men bert eitt lítið lot, sól ein stóran part av degnum, turt og hitin um frostmarkið, ímóti kvøldi uppí trý stig.

Fríggjadagin framvegis eystan men heldur frískari vindur, samdrigið men yvirhøvur turt og hitin uppí eini 4 stig.

Næsta vikuskifti verður ættin eystan, leygardagin strúkur í vindi og regn ímóti kvøldi, sunnudagin heldur minni vindur men samregn og hitin um 5-6 stig.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo