Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 113/2022 eftir tingskipanini § 52a til Aksel V. Johannesen, løgmann, frá Bárði á Steig Nielsen, løgtingsmanni, um verjusemju

Spurningar:
1. Ynskir Føroya landsstýri at vera við í verjusemjuni, sum danska stjórnin leggur upp til? – og um ja, hvørji ynski hevur landsstýrið til verjusemjuna?

2. Vil landsstýrið vera við til at styrkja um trygdina í Norðuratlantshavinum – og um ja, hvussu?

3. Ætlar landsstýrið at varðveita leistin um, at donsk málsøki sum t.d. verjan skulu gjaldast av danska statskassanum, ella skal landskassin gjalda fyri verjusemjuna ?

4. Hevur landsstýrið fingið innbjóðing til innleiðandi fundirnar um verjusemju? Um ja, hvør í landsstýrinum hevur luttikið til hesar fundir?

Svarað verður undir einum
Regluligt samskifti hevur í eina tíð verið millum landsstýrið og donsku stjórnina í sambandi við, at stjórnin er farin undir tilgongdina at gera eina nýggja verjusemju millum flokkarnar á Fólkatingi. Endamálið við verjusemjuni er at leggja játtan og raðfestingar á verjupolitiska økinum í eina fasta legu komandi árini. Í næstum verður ein sonevnd karmsemja væntandi gjørd, og síðani verða semjur um ítøkilig mál og átøk gjørdar so hvørt næstu tíðina.

Avrátt er, at øll mál, sum eru viðkomandi fyri Føroyar og føroysk viðurskifti, verða umrødd á stjórnarstigi millum Føroyar og Danmark. Higartil í ár hava landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum og danski verjumálaráðharrin umrøtt málið um verjusemju umleið 7-8 ferðir á ymiskum fundum. Í løtuni verður arbeitt við orðingum til karmsemjuna, og seinni fara samráðingar í gongd um ítøkilig mál og átøk. Ongar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar uttan at landsstýrið er partur av teimum.

Sambært stýrisskipanini ráðførir landsstýrið seg við løgtingsins uttanlandsnevnd í málum, sum hava stóran uttanríkispolitiskan týdning, og ætlanin er eisini at ráðføra seg um verjusemjuna, tá ið tíðin er búgvin.

Landskassin skal ikki gjalda fyri verjusemjuna millum flokkarnar á Fólkatingi. Men trygd kostar og í tann mun, at íløgur skulu gerast, sum kunnu vera viðkomandi fyri trygd og verju á yvirtiknum málsøkjum, kann tað gerast ein spurningur fyri Løgting og landsstýri at fáa til vega fígging.

Grundarlagið undir verjupolitisku kósini hjá landsstýrinum er tryggleikin hjá Føroya fólki, og at verja ta vælferð og tær samfelagsskipanir, sum hava týdning fyri Føroyar. Fyri at trygd og støðufesti skulu kunna valda, eiga Føroyar at taka virknan lut í at økja um trygd og verju um okkara leiðir. Vit eiga eisini at raðfesta átøk sum betra eftirlitið, menna tilbúgvingina, sum stuðla undir virksemið hjá NATO og minka um váðan fyri ótilætlaðum spenningsstøðum,

Millumtjóða samstarv er harumframt er samrunnin partur av trygdar- og verjupolitikki fyri londini um okkara leiðir og tí eisini ein raðfesting fyri landsstýrið. Beinleiðis samskifti við grannalondini og við NATO er ein týðandi táttur hesum viðvíkjandi.

Síðan landsstýrið tók við, hevur danska verjumálaráðið fýra ferðir boðið donsku flokkunum og landsstýrinum til kunnandi fundir um yvirskipaðu fortreytirnar fyri eini nýggjar verjusemju. Sendistova Føroya í Keypmannahavn hevur tikið lut á hesum fundum.

Í Tinganesi, 12. juni 2023
Aksel V. Johannesen
løgmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo