Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Á hvørjum ári lýsir Barna- og útbúgvingarmálaráðið skúlastjórastørv leys at søkja. Harumframt søkja skúlar javnan eftir varaskúlastjórum. Í summum førum er tað galdandi, at søkt verður eftir nýggjum skúlastjóra, tí stjórin fer frá fyri aldur, men tað kemur eisini oftari fyri, at skúlastjórar velja at siga seg úr starvi ella fara í farloyvi. Í øllum førum hava broytingar verið í nógvum leiðslum, og í summum skúlum hava skiftini verið títt. Summar tíðir eru heldur ikki nógvar umsóknir, tá ið leiðslustørv verða lýst leys at søkja.

Hvat er hetta tekin um? Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, heldur, at tað er óheppið, at leiðslurnar í skúlum skifta títt, tí tað órógvar nógv í skúlanum, og tí eiga vit at hyggja nærri at umstøðunum hjá leiðslum at gera sítt arbeiði.

- Tað hava verið fleiri skifti síðstu árini, sum einki hava at gera við aldurin hjá skúlastjóranum. Og hetta hendir stutt eftir, at vit hava fingið nógvar skúlastjórar, sum hava fingið leiðsluútbúgving.

Hvør orsøkin er til, at skúlastjórar velja at fara úr starvi, havi vit ikki neyva vitan um, men óivað hevur tað nakað við umstøðurnar hjá skúlaleiðslunum at loysa sín setning, heldur formaður Lærarafelagsins.

- Fyri tað fyrsta, so røkkur játtanin til fólkaskúlan ikki til lógarkrøvini, so tað er ómøguligt at skipa skúlan til tørvin og ynskini, so tað er strævið at vera skúlaleiðsla, og tað er eisini ein rættiliga útsettur postur. Skúlastjórar hava eisini avmarkaðar møguleikar at fáa hjálp, tá ið hart leikar á. Harafturat ger tað seg galdandi, at lønin hjá skúlastjórum er alt ov lítil. Ábyrgdin hjá einum skúlastjóra er stór, og í lítlum og miðalstórum skúla kann arbeiðið vera einsligt, tí har er skúlastjórin einsamallur við tað, at eingin varaskúlastjóri er at ráðføra seg við. Tað hevur stóran týdning, at skúlastjórin hevur nøktandi umstøður at røkja sínar uppgávur og skipa skúlan, tí ein góður skúlastjóri, sum er væl fyri og hevur yvirskot, kann ganga undan og gera ein góðan skúla betri, men er skúlastjórin móður og tí hevur lítið yvirskot, so kann tað síggjast aftur í skúlanum.

Ein bati, ið júst er settur í verk, er, at leiðslurnar fáa eitt sindur fleiri tímar at røkja leiðsluuppgávur. Allar leiðslurnar í fólkaskúlanum fara at fáa tað, sum svarar til fimm ársverk av tímum at býta, og játtanarfrymilin er broyttur, so at skúlar fáa í lutfalli til næmingatalið og talið av lærarum og námsfrøðiligum stuðlum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2023, sum júst er komið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo