Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Badmintonsambandið: FM í einmansleiki 2022 bleiv fyriskipað í Klaksvík leygardagin 26. mars 2022, har leikarar kappaðust í aldursbólkunum U9, U11, U13, U15 og U17.

Byrjað bleiv klokkan 9.00, og klokkan 19 bleiv seinasta finalan spæld. Tær flestu finalurnar blivu spældar á flotta badmintonbananum, sum bleiv lagdur á til dagin. Vertsfelagið KBF fekk 5 føroyameistarar, meðan HBF fekk 5 føroyameistarar fyri børn/ung. Tað luttóku 86 leikarar íalt, harav 28 KBF’arar, 53 HBF’arar og 5 ÍF’arar. Kynsbýtið var 28 gentur og 58 dreingir. Heili 150 dystir blivu lektir á 10 banum í badmintonhøllini og KÍ-høllini.

Badmintonsambandið fegnast um nógvar góðar og spennandi dystir millum okkara leikarar, og ynskja vit vinnarunum til lukku við FM heitinum í einmansleiki.

Kontrast FM fyri vaksnu leikararnar verður í ár fyriskipað tann 12-14. mai við stóra finaludegnum í Hoyvíkshøllini leygardagin tann 14. mai 2022.

Endaliga støðan í FM fyri ung í einmansleiki fyri allar aldursbólkar sæst niðanfyri.

U9, dreingir
1 Aron Arge, KBF
2 Ábraham Finsson Ellingsgaard, HBF
3 Oddmar S. Højgaard, ÍF
3 Hørður Erlandsson, HBF

U9, gentur
1 Gunnhild Arge, KBF
2 Olivia Jónsdóttir Helmsdal, KBF
3 Tabita Schwartson Christiansen, HBF

U11, dreingir
1 Baldur Paulason, HBF
2 Hákun Thorkilshøj, HBF
3 Boas Rasmussen, HBF
3 Betuel Dahl Hansen, KBF

U11, gentur
1 Paula Jákupsdóttir Høj, KBF
2 Heidi Jacobsen, KBF
3 Nina Bjørk Egholm, HBF
3 Mirjam Holm, HBF

U13, dreingir
1 Beinir Weihe, HBF
2 Símun Thorkildshøj Sigvardsen, HBF
3 Jónas Festurstein, KBF
3 Mannbjørn Eysturtún, HBF

U13, gentur
1 Inga Guðrin Samuelsen, HBF
2 Naomi Rajani Færø, HBF
3 Tóra Erlandsdóttir, HBF
3 Sarita Kvilt, HBF

U15, dreingir
1 Sjúrður Elias Heinason Eysturoy, HBF
2 Markus Bjarnason, HBF
3 Jafet Rasmussen, HBF
3 Tóki Yngvason Guttesen, HBF

U15, gentur
1 Ranja Joensen, KBF
2 Eira Ásbjørnsdóttir Petersen, HBF
3 Birna Jacobsen, HBF
3 Julianna í Heiðunum, HBF

U17, dreingir
1 Asbjørn Heide Olsen, HBF
2 Bjarti Samson Vang, HBF
3 Dávid Flagstad Berg, HBF
3 Christian Berg Petersen, HBF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo