Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dartsambandið: Seinasta vikuskifti var fyrsta umfar í FM í dart. Fríggjakvøldið spældu tey undir 18 ár og har vóru 6 luttakarar við.

Úrslitið gjørdist:
1, Sámuel á Smið
2. Jóna  Miðalberg
3. Arnfríð Jacobsen og Kaj D. Antoniussen

Hægst útgang hevði Jóna við 58 pílum og fægst pílar hevði Ingi Johannesen við 28 pílum.

Leygardagin var ein- og tvímansleikur hjá teimum vaksnu.

Í einmansleiki vórur 16 luttakarar í A-Cup og 19 í B-Cup. A-cup er ætlað teimum bestu spælararunum og B-Cup er til teir sum ikki meta seg nóg góðar til A-cup enn, og sum eru við fyri at blíva betur.

Vinnarar av A-Cup:
- Jan McIntosh, HDF
- Allan við Rætt, D16
- Jan Erik Fjallstein,VDF og Uni Árting,HDF

Vinnarar av B-Cup:
- Jógvan Viderø Olsen, D9
- Stefan Petersen, D9
- Hans Tóri Kallsoy, VDF og Jack Mohr D16

Hægst útgang hevði Jógvan Viderø Olsen við 135 og fægst pílar hevði Uni Árting við 13 pílum.

Í tvímansleiki vóru hesuferð bert 13 pør við. 

Vinnarar av tvímansleiki vóru:
- Jan McIntosh/Uni Árting, HDF
- Jón Johansen/Jan Erik Fjallstein, VDF
- Oddfinn Hansen/Jørgen Meitelberg, HDF
- Allan við Rætt/Jack Mohr, D16

Hægst útgang hævdu Hans Tóki Kallsoy og Hans Marius Olsen frá VDF við 103. Fægst pílar høvdu Jan McIntosh og Uni Árting,HDF við einans 16 pílum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo