Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri summarfrítíðina fegnaðist MEGD saman við limafeløgunum um, at uppskot til løgtingslóg um brekumboð endiliga varð sent til hoyringar. Hetta var eitt vælkomið stig, tí við hesum kundu rættindi sambært altjóða brekrættindasáttmálanum skjótt verða framd í verki við skipaðari luttøku frá lima- og áhugafeløgum og dygdargóðum eftirliti. Tó er brekumboðið ikki tikið við, nú fíggjarlógin fyri 2024 er løgd fyri Føroya løgting. Støðan hjá fólki, ið bera brek, og avvarðandi teirra, er tíðum avbjóðandi í Føroyum, og ov ofta verða rættindi teirra skerd. Trýstið á vælferðarskipanir økist alsamt, og tískil er ikki skynsamt at spara á hesum økinum.

Samljóð millum tað formliga og tað verkliga
6. juni 2023 sendi MEGD hoyringarskriv til Almanna- og mentamálaráðið um uppskot til løgtingslóg um brekumboð. Brekumboðið er grundleggjandi partur av at fremja altjóða brekrættindasáttmálan, sum varð settur í gildi í 2009, í verki.

Føroyskir myndugleikar hava lógarbundna skyldu at virka fyri, verja og fremja rættindi teirra, ið bera brek. Rættindi eiga sostatt at verða framd bæði formliga og í verki. Hetta kann verða bæði í mun til formligar orðingar og ásetingar í galdandi lógum, og at virka verður fyri rættindum soleiðis, at fólk í gerandislívi sínum við støði í lógarverkinum veruliga fáa ágóða av eitt nú tænastum og veitingum.

Fyri at tryggja samljóð ímillum tað formliga og tað verkliga er altjóða brekrættindasáttmálin hin einasti altjóða mannarættindasáttmálin, ið áleggur limalondunum at tilnevna eina eftirlitsskipan. Harumframt verður brekumboðið grundleggjandi í at verja og menna vælferðartænasur í Føroyum saman við áhugafeløgum hjá fólki, ið bera brek.

Áhaldandi og væl skipað samstarv
Sambært viðmerkingunum hjá ST til altjóða brekrættindasáttmálan kann sjálvstøðuga eftirlitið, sambært grein 33 stykki 2, ikki fremjast til fulnar uttan eitt áhaldandi og væl skipað samstarv millum viðkomandi myndugleikar og tey feløg, ið umboða viðurskifti og áhugamál hjá fólki, ið bera brek. 

Eisini eigur eftirlitið, sambært grein 33 stykki 1, at vera stuðlað av eini samskipandi eind ella arbeiðsbólki, ið er samansettur av umboðum úr øllum geirum, og víðari áleggur grein 33 stykki 3 myndugleikunum at kalla inn áhugafeløg hjá fólki, ið bera brek, tá rættindi skulu handhevjast og í sambandi við lógarsmíð, harundir við hoyring ella við at ummæla lógaruppskot.

Brekumboðið kann tryggja vælferð
Samanumtikið vónar MEGD, at týdningurin av brekumboðnum verður viðurkendur við breiðari semju á Føroya løgtingi, og at politiska skipanin framhaldandi ynskir at fremja og verja rættindi hjá fólki, ið bera brek. Samstundis eigur lógaruppskotið at fáa nøktandi viðger, bygnað og grundarlag at virka sambært París-meginreglunum.

Tað hevur samstundis týdning at hava í huga, at í dag hava Føroyar ongan mannarættindastovn, og politiskt hevur verið ynski um ikki at samstarva við danska Institut for menneskerettingheder, sum er eftirlitsskipan fyri Danmark og Grønland.

Vónandi verður hoyringarskrivið frá MEGD, sum varð sent fyri summarfrítíðina, tikið við í metingina, soleiðis at brekumboðið verður stovnað á rættan og rímiligan hátt.

Tóra við Keldu, forkvinna í MEGD

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo