Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Pensjónistafelag: Pensjónistafelagið fer nú aftur undir at skipa fyri tiltøkum fyri limirnar í vetur. Sum nakað nýtt fara vit at bjóða til morgunmat, fyrstu ferð mikumorgunin, 27. september kl. 10 í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tá er eisini ætlanin, at vit hava hugnaløtu samstundis, har høvi verður at sita við stokkum, kortspæli og øðrum. Tit kunnu taka eina 20 kr. við.

Ætlanin er annars at skipa fyri tiltøkum okkurt kvøldið í oktober og november, og jólaveitsla verður sum vanligt er í desember.

Nevndin í Pensjónistafelagnum er eisini Eldraráð í Vágum. Ráðið hevur javnan fund við leiðsluna í Vesturvón, og komandi fundur verður 4. oktober. Ráðið kannar annars, um tað ber til at gera eina reingerðarskipan fyri eldri óhjálpin í Vágum.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo