Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag er í løtuni á odda í føroysku landskappingini, men nakrir útsettir dystir í 1. deild eru eftir at avgreiða fyri jólasteðgin

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag er í løtuni á odda í føroysku landskappingini, men nakrir útsettir dystir í 1. deild eru eftir at avgreiða fyri jólasteðgin

FM-manningin hjá Sandavágs Talvfelag er í løtuni á odda í føroysku landskappingini, men nakrir útsettir dystir í 1. deild eru eftir at avgreiða fyri jólasteðgin

Talvsambandið: Fýra av tíggju umførum í landskappingini í talvi skulu avgreiðast fyri ársskiftið. Í flestu deildunum eru allir dystir í fyrstu fýra umførunum avgreiddir, men nakrir dystir í 1. deild eru útsettir. 

Av tí at landsliðið herfyri hevur verið við í bæði smálandakappingini á Jersey og síðani í EM-stevnuni í Montenegro, hava dystir í ávikavist 3.-, og 4. umfari í 1. deild verið annaðhvørt framskundaðir ella útsettir.  

Men nú skulu hesir útsettu dystirnar telvast. Tann fyrsti verður nú hóskvøldið 30. november. Tá møtast Havnin 1 og Sandavágur 2 á Finsen í Havn. 

1. lið hjá Havnini hevur tveir dystir útistandandi, meðan FM-vinnararnir hjá Sandavági hava ein dyst útsettan.

Sandavágur tekur leiðsluna
Stutt áðrenn landsliðið fór av landinum seint í oktober var dysturin millum Sandavág 1 og Klaksvík 1 framskundaður. Vágamenn vunnu 3-1 á góðum klaksvíksliði.

Samstundis spældu B-liðini hjá Havnini og Klaksvík. Her var úrslitið, at Havnin sigraði.

Triði dysturin í hesum umfarinum millum Havnina 1 og Sandavág 2 verður sum nevnt telvaður nú 30. november.

Tveir dystir útsettir
Dystirnir í fjórða umfari vórðu ásettir at vera 12. november, men tá var EM-kappingin í Montenegro framvegis ikki liðug. Bara dysturin millum B-liðini hjá Sandavági og Havnini var tí telvaður, og her vunnu vágamenn.

Hinir dystirnir verða spældir nú í næstum. 

Sandavágs Talvfelag hevur 9½ stig fyri tríggjar dystir, Havnar Telvingarfelag tvey stig færri fyri tveir dystir.

Írestandi dystirnir í 1. deild fyri ársskiftið verða spældir soleiðis:

30. november: Havnin 1 - Sandavágur 2 (3. umfar)

3. desember: Sandavágur 1 - Klaksvík 2 (4. umfar)

7. desember: Klaksvík 1 - Havnin 1           (4. umfar)

Jólafrí í hinum deildunum
Í hinum deildunum eru allir dystir fyri fýra umfør avgreiddir. Unglingadeildin tekur tó sítt fjórða umfar í hesi vikuni. 

Dystirnir í fimta umfari verða í øllum deildum 6. januar komandi ár. Eftir tað er kappingin hálvrunnin. Tíggjunda og síðsta umfar í landskappingini verður 9. mars 2024. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo