Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tá ið vanliga leiktíðin var av, var støðan í UEFA Europa League-dystinum ímillum B36 og The New Saints úr Wales 1-1.

Men í seinna eykaumfarinum hevur The New Saints skorað og er støðan tí nú 2-1 til walisiska liðið.

Í allar seinasta minutti skoraði B36 til støðuna 2-2 so nú verður brotssparkskapping á Tórsvølli.

B36 vann dystin móti The New Saints við endaliga úrslitinum 7-6 og er víðari í UEFA Europa League.

B36 hevur leikt seg tríggjar ferðir víðari og skrivar føroyska søgu.

Í morgin fær B36 at vita um teir skulu til Bulgaria ella Hvítarusslands.

Dysturin verður leiktur á Tórsvølli og er hetta 2. umfar í UEFA Europe League.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo