Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn vilja, at býráðið samtykkir at gera eina heildarætlan við ítøkiligum átøkum fyri at bøta um starvsfólkatrotið og trivnaðin á dagstovnaøkinum. Sama uppskot varð lagt fram á býráðsfundi fyri einum ári síðan, men felt.

Hesuferð vóna vit, at uppskotið fær eina virðiliga viðgerð og verður samtykt.

Tí hetta mál er nógv ov álvarsamt til politiskt runublakarí. Hetta handlar um framtíðina hjá okkara børnum. Vit skylda teimum og starvsfólkunum at taka trupulleikan í ramasta álvara og seta neyðug stig í verk beinanvegin.

Hetta uppskotið er í tráð við frágreiðingina, ið júst er komin frá Dagstovnaráðnum, ið sum nr 1 mælir til at Barna og undirvísingarmálaráðið saman við kommunum ger eina heildarætlan fyri dagstovnaøkið. Ein heildarætlan skal vísa á, hvussu neyðug stig kunnu takast at tryggja, at viðurskifti sum útbúgvin starvsfólk, neyðug starvsfólkaorka og hølisviðurskifti liva upp til lógarásett krøv. (úr álitinum).

Okkara uppskot er soljóðandi:
Vit mugu vita og ikki gita. Tí skulu vit hava eina gjølliga lýsing av avbjóðingunum á økinum og útfrá tí gera eina heildarætlan. Ætlanin inniheldur ein lista við øllum átøkum, stórum og smáum, sum skulu til fyri at bøta um. So seta vit pengar og tilfeingi av til at fremja átøkini.

Ein slík heildarætlan eigur at umfata eina gjølla lýsing og spurnarkanning:

Hvør er reelli tørvurin á námsfrøðingum. Hvussu nógvir arbeiða aðrastaðni og kunnu hugsast at søkja inn aftur á dagstovnaøkið. Spurnarkanningin skal eisini venda sær til núverandi og fyrrverandi starvsfólk og leiðarar um,  hvat skal til fyri at økja um trivnaðin og at fáa økið at gerast lokkandi aftur.

Kanningin fer uttan iva at geva nógv virðismikil íkast til, hvar er allarmest neyðugt at seta inn. Við støði í kanningini skal ein miðvís ætlan gerast fyri, hvussu vit fáa nýggj starvsfólk at støðast betur innan dagstovnaøkið, soleiðis at tey fáa ein kveiktan áhugað fyri at útbúgva seg innan námsfrøði.

Men vit vita longu um nógv átøk, ið vit kunnu gerast betri. Og sum vit eiga at seta gongd á alt fyri eitt.

M.a. skulu vit:

- Fylgja teimum seks tilmælunum í ”Eftirmeting av dagstovnaøkinum” frá oktober 21 um, hvussu námsfrøðiliga arbeiðið á dagstovnaøkinum kann styrkjast.

- Halda býráðssamtyktina frá 2020 um at hækka normeringina á dagstovnaøkinum við tilsamans 36 mió.kr. komandi árini. Enn mangla uml 16 mió.kr. í fyri at røkka hesum máli og einki bleiv sett a á fíggjarætlanini fyri 2023.

- Veruliga lurta eftir hvat starvsfólk og leiðarar siga og ynskja. Og bøta um kunningina og samskifti frá ovastu leiðslu á dagstovnaøkinum og út til dagstovnaleiðslur og starvsfólk.

- Seta inn við átøkum at fáa góðar fysiskar karmar og arbeiðsumstøður: Stovur, útiøkið, spælipláss o.a. skulu uppgraderast.

- Stytt arbeiðsvika og hægri løn: TK eigur, gjøgnum KAF og saman við landsstýrinum, at arbeiða fyri hægri løn og styttri arbeiðsviku

- Ger eina greiða ætlan fyri at førleikamenna ungu hjálparfólkini, soleiðis at tey fáa áhuga fyri yrkinum og hug at útbúgva seg og arbeiða á dagstovnaøkinum

Vónandi fáa vit eitt gott og konstruktivt kjak har øll politiska skipanin stendur saman um at taka munagóð tøk til frama fyri okkara børn og dagstovnaøkið sum heild.

Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn í Tórshavnar býráði

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo