Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Veðurstovan: Í síðstu viku var veðurstøðin aftur sett upp í Mykinesi, eftir at hon hevur verið óvirkin í longri tíð. Tað er í hesum sambandi umráðandi at boða frá, at staðsetingin ikki er tann sama sum áður. Fyrr hevur veðurstøðin staðið við húsini í Mykineshólmi, og vindmátingin hevur verið gjørd oman á takinum á vitanum. Nú er staðsetingin 5G masturin hjá NET vestan fyri bygdina (sí myndirnar). Hendan flyting ger, at samanhangið, sum hevur verið millum vindin í Mykinesi og viðurskiftini á sjónum í økinum, nú møguliga ikki er heilt tað sama sum áður.

Orsøkin til flytingina er eitt ynski um økta trygd hjá starvsfólkum, umframt at mátingarnar gerast meiri viðkomandi hjá teimum lokalu brúkarunum. Ymiskir tankar um staðseting hava verið frammi, men fyri at skunda undir, at mátingar aftur eru tøkar, so er hendan loysnin vald fyri fyrst. Niðurstøðan eftir samskifti við tey lokalu, er annars, at vindmátingin skal gerast so tyrluflúgvingin fær mest møguligt gagn av henni. Hvørt hendan nýggja staðsetingin kann brúkast, ella best er at flyta hana, fer at vísa seg í komandi tíð.

Vevmyndirnar úr Mykinesi eru enn tær somu áður, t.v.s. tiknar av vitanum í Mykineshólmi. Veðurmátingar og vevmyndir eru tøkar á www.vedur.fo undir “Mátingar”.

Veðurstovan ynskir at hoyra aftur frá brúkarum av veðurmátingunum úr Mykinesi, hvørt tað, vit gera, er nøktandi, ella hvussu mátingarnar vit gera kunnu betrast. Tey, ið hava nakað upp á hjarta í hesum máli, kunnu venda sær til mín á bardurn@vorn.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo