Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Í sambandi við tiltakið »Ein dagur á grynnuni« verða fleiri vegir stongdir í miðbýnum í Havn fríggjadagin 6. mai og leygardagin 7. mai.

Økini og tíðspunktini eru hesi:

- Fríggjamorgunin 6. mai kl. 8 verður parkeringsøkið í Tórsgøtu stongt fyri allari parkering

- Fríggjakvøldið 6. mai kl. 18 steingir Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn

- Leygarmorgunin, frá kl. 8 til kl. 19 steingir Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn, Undir Bryggjubakka, Mylnugøtu, Vágsbotn og yvir til Bøgøtu.

Í sambandi við hátíðarhald á Kongabrúnni, verður ein partur av Havnargøtu, frá Kongabrúnni til Eystaru Bryggju/Bursatanga, stongdur fyri allari ferðslu leygardagin 7. mai frá kl. 10 til kl. 12.

Ein partur av parkerinsplássinum við Havnargøtu verður stongt longu fríggjadagin seinnapart 6. mai kl. 14.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo