Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, sum byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Liktinstein í 2016 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, sum byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Liktinstein í 2016 - Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyska liðið, sum byrjaði á vøllinum í venjingardystinum móti Liktinstein í 2016 - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla tilsamans 12 dystir í hesum árinum. Tíggju HM-undankappingardystir, og tveir venjingardystir.

Fyrr í ár bleiv avtala gjørd við KSI, íslendska fótbóltssambandið, at Føroyar og Ísland spæla venjingardyst á Tórsvølli fríggjadagin 4. juni. Og nú er greitt, at seinni venjingardysturin verður tríggjar dagar seinni, mánadagin 7. juni, tá liktinsteinar koma hendan vegin á vitjan.

Tað eru annars 17 ár síðan, at føroyska A-landsliðið við monnum seinast spældi venjingardyst á heimavølli. Tað var tann 18. august í 2004, at maltesar vórðu sendir av Svangaskarði við einum 3-2 tapi í viðførinum. Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen og Fróði Benjaminsen vóru føroysku málskjúttarnir.

Venjingardysturin í summar verður tann sætti millum Føroyar og Liktinstein. Føroyar hava vunnið allar hinar fimm dystirnar, við málmuninum 11-3. Føroyska landsliðið hevur ongantíð verið í bólki saman við Liktinstein í EM- ella HM-undankappingum.

Fyrsti dystur í komandi HM-undankapping verður um smáar tveir mánaðar, hósdagin 25. mars, á útivølli ímóti Moldova. Tann 28. mars spæla Eysturríki og Føroyar, og tann 31. mars er útidysturin móti Skottlandi á skránni. Hini bæði londini í bólkinum eru Ísrael og Danmark.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo