Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur Føroya: Í ár er tað fjórðu ferð, at hjartastartaradagur verður hildin í Føroyum, seinast var í 2022.

Tiltakið verður á torginum í SMS, leygardagin 21. oktober kl. 12-17.

Tiltakið hevur til endamáls at varpa ljós á týdningin av lívbjargandi fyrstuhjálp og at nýta hjartastartara.

Bæði børn og vaksin kunnu traðka til og bjarga einum lívi, um tey eru vitni til ein hjartasteðg. Á torginum í SMS verða umboð frá samarittum og fyrstuhjálparinstruktørum hjá Reyða Krossi. Harumframt verða umboð frá sjúkrarøktarfrøðingunum og sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, Renn fyri lívi og Ansni til reiðar at vísa, hvussu ein skal bera seg at við at veita lívbjargandi fyrstuhjálp og at nýta ein AED´ara.

Hjartastart 2023 vendir sær eisini til børnini. Tí at børn heilt niður til 12 ára aldur kunnu væl traðka til og veita lívbjargandi fyrstuhjálp, og øll kunnu ringja 1-1-2. Øll børn eru tí vælkomin at taka lut á degnum, at taka teirra yndis bamsu við. So sleppa tey at royna seg við at veita lívbjargandi fyrstuhjálp á síni bamsu. Tey læra, hvar hjartað er á bamsuni við at seta eitt hjartaklisturmerki á bamsuna, á foreldrini ella hvønn annan.

Vit gleða okkum at skipa fyri Hjartastart 2023 á torginum í SMS, har vit fáa møguleikan bæði at hitta børn og vaksin, og at sleppa at greiða frá, hvussu eitt mannalív kann bjargast. Vit vita, at tað er lættari at veita lívbjargandi fyrstuhjálp, tá ið tú hevur vant tað nakrar ferðir áður. Tí er tað so týdningarmikið, at tú longu sum barn fært møguleikan at læra, hvat skal gerast, um onkur fær hjartasteðg.

Um hjartastartaradagin
Tann 16. oktober er altjóða hjartastartaradagur kring heimin. Stigtakararnir til hetta tiltakið er EU parlamentið og tað er stuðlað av ILCOR (International Liason Committee on Resuscitation). Í Danmark er tað Dansk Råd for Genoplivning og Trygfonden, ið skipa fyri degnum. Nógvir aktørar innan fyrstuhjálp bjóða til ókeypis tiltøk kring alt Danmark, fyri at seta fokus á, at danir læra at bjarga lívum. Les meira um hetta á: www.hjertestarterdagen.dk og www.restartaheart.eu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo