Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hevur Vestmannatunnilin verið nógv umrøddur. Í Kvívíkar kommunu gleða vit okkum nógv til tunnilin og vóna, at hann skjótt gerst veruleiki.

Í tí sambandi skulu vit minna á, at linjuføringin má gerast við størsta umhugsni. Ein komandi Vestmannatunnil má ikki einans snúgva seg um at koma skjótt til Havnar. Tunnilin skal eisini knýta bygdirnar í økinum saman og styrkja sambandið millum fólkið, sum býr í kommununum.

Alneyðugt er at leggja linjuføringina soleiðis, at bæði Kvívíkar og Vestmanna kommuna fáa gagn av tunlinum.

Her er púra greitt, at skilabesta loysnin er at leggja tunnilsmunnan oman fyri Kvívík, og lata tunnilin koma út inni á Fjørð í Vestmanna. Hendan linjuføringin knýtir økið væl saman, samstundis sum íbúgvar í Vestmanna og á Válinum fáa eina trygga og skjóta farleið til alt meginøkið.

Leynará óheppin loysn
Tosað hevur verið um at leggja tunnilsmunnan við Leynará nærhendis Vágatunnilin. Fyri bygdirnar í Kvívíkar kommunu er hetta ein sera óheppin linjuføring, sum kann avskera bygdirnar meira frá meginøkinum. Vandi er t.d. fyri, at Stykkið, Leynar og Kvívík verða lægri raðfestar við kavarudding og busskoyring, tí við hesari linjuføringini verður tað ein umvegur - og harvið dýrari - at grava og koyra til bygdirnar.

Fólkið í Kvívíkar kommunu má ikki gloymast í verkætlanini, og ein Vestmannatunnil má undir ongum umstøðum gera korini verri hjá einum parti av borgarunum í økinum.

Best oman fyri Kvívík
Við at leggja tunnilsmunnan niðan fyri landsvegin oman fyri Kvívík við eini góðari frákoyring oman til Kvívíkar fáa vit bestu loysnina fyri øll. Hendan linjuføringin fær bygdirnar í økinum at hanga natúrliga saman og ger tað lætt at ferðast ímillum. Fólk í Kvívík hava dagligt virksemi í Vestmanna, ungdómur ferðast til frítíðarvirksemi, og starvsfólkini hjá heimarøkt og eldrasamstarvi flyta seg runt í øllum økinum. Tunnilin verður við hesi linjuføringini bert uml. 4,5 km langur og gevur tí eina høgliga farleið til bilar, prutl og súkklur.

Summi meina, at linjuføringin má liggja við Leynará, tí tað legst nógvur kavi á Klivunum, har verandi omankoyring er til Kvívíkar. Omankoyringin á Klivunum er óhóskandi og hevur altíð verið ein trupulleiki hjá kvívíkingum. Tí er tað ein upplagdur møguleiki at flyta omankoyringina og fáa hana at hanga natúrliga saman við Vestmannatunlinum.

Vit vita ikki, hvussu kommunali bygnaðurin í Føroyum fer at síggja út í framtíðini. Ongin ivi um, at ein tunnil, sum fær økið at hanga væl saman, gevur betri fortreytir fyri eini møguligari kommunusamanlegging, um ein slík skuldi komið upp á tal.

Kvívíkar kommuna heitir staðiliga á landsins myndugleikar um at tryggja, at ein komandi Vestmannatunnil verður ein góð loysn fyri allar bygdirnar í økinum og ikki eitt afturstig fyri summar bygdir.

Vegna Kvívíkar kommunu
Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo