Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Mándagin 21. januar byrjar ársins jazz-festivalur, sum fer at seta ein festligan dám á Havnina í eina heila viku.

Yvir 100 tónleikarar spæla og syngja í 28 bólkum, sum spæla 23 konsertir á 9 spælistøðum í 7 dagar. Alt frá standard jazz til free-jazz, frá folk-jazz til hip-hop jazz og frá jazzsálmum til noise verður at hoyra.

Stóra høvuðsnavnið í ár er Tórshavnar Big Band, sum er við á Vetrarjazz fyri fyrstu ferð við eini imponerandi skrá av upprunaføroyskum tónleiki. Tey spæla eina stórfingna konsert í Norðurlandahúsinum leygardagin 26. januar.

Úr útlondum koma fleiri spennandi og stór nøvn: Amerikanska free-jazz legendan Joe McPhee vitjar saman við tveimum norskum tónleikarum í Perluni. Virðislønti norðurlendski vokalbólkurin IKI fer at skapa ein atmosferiskan og feitan ljóðheim í Norðurlandahúsinum. Og norski ummælararósti bólkurin GURLS, sum áhoyrarar ikki fáa nokk av, fara at seta gongd í Reinsaríið.

Eisini vitja fleiri føroyskir útisetar heim við bólkum teir spæla í í ávikavist Noregi, Svøríki og Íslandi.

Tvær útgávukonsertir eru á skránni: Tann fyrra við vælkendu Afenginn saman við gestatónleikarum so sum Dánjal á Neystabø og Teiti Lassen og tann seinna við Rógva Kvintett.

Aðrir føroyskir bólkar, sum verða á skránni, eru m.a. Ad Lib, sum spæla afro-jazz, Bluestones, sum spæla blues, Edith & Bárður, sum spæla standards og Funskjón, sum spæla funk.

Til børnini verða tvær konsertir við stuttligu barnasangunum av útgávuni “Nu ska vi u å sejle” hjá Kristiani Blak. Á tí konsertini luttaka eisini børn úr Frískúlanum í HavnVetrarjazz er 21.-27. januar.

Sí alla skránna á facebook.com/vetrarjazz

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo