Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Undan samanleggingini millum Kollafjørð og Tórshavnar kommunu var vegleiðandi fólkaatkvøða í Kollafirði.

Yvir 90% atkvøddu fyri samanlegging. Sáttmálin um samanlegging varð undirskrivaður tann 6. apríl í 1998.
Eitt sindur hugstoytt er at hoyra í sambandi við kommunusamanleggingar, at samanleggingin millum Kollafjørð og Havnina ferð eftir ferð verður tikin fram sum ein miseydnað samanlegging. Eg haldi ikki, at samanleggingin hevur verið miseydnað.

Dentur varð tá lagdur á, at tænastustøðið skuldi vera tað sama í báðum støðum eftir sjálva samanleggingina í 2001. Kollafjarðarnevndin var partur av sáttmálanum.

Síðan tá hava vit eftir mínum tykki havt eitt sera gott samstarv. Serliga við ymsu býráðslimirnar, sum hava verið valdir í Kollafirði, uttan mun til flokstilknýti.

Tórshavnar kommuna hevur hesi árini borið ein stóran íløgukostnað í Kollafirði uppá hundraðtals miljónir, líka frá bryggju, skúla, dagstovnum, ítrótti, vatnveiting, kloakk, bussleið, læknahølum, bátahyli o.s.fr.

Alt er gjørt í góðum samstarvi við nevnd og býráðsumboð fyri bygdina og alt fyri at uppfylla treytirnar í sáttmálanum um javnt tænastustøði.

Ónøgd um útstykkingar
Tann ónøgd, sum hevur verið frammi seinastu tíðina, botnar í, at vantandi útstykkingar eru orsøk til vantandi fólkavøkstur í bygdini. Men longu tá sáttmálin varð gjørdur fyri skjótt 25 árum síðan sást, at tað hevur verið trupult at orða nakað um útstykkingar og sethúsabygging í Kollafirði. Tí kommunan átti onga jørð í bygdini.

Staðfest varð tí bara, at ein byggisamtykt var fyri Kollafjørð, men hóast farið varð í smálutir um alt annað, so varð onki sagt um útstykkingarmál. Og vit hava síðan sannað, at tað ikki hevur verið lætt.

Tað hevur verið sera trupult at útvega jørð í Kollafirði til grundstykkir. Tað mesta er kongs ella privat, tí hevur ikki verið lætt bæði áðrenn og aftaná samanleggingina at finna jørð til endamálið. Privatjørð er ikki bílig at fáa fatur á, og tá verður prísurin á grundstykkjum eisini hareftir.

Tað er soleiðis, at kommunan arbeiðir av øllum alvi fyri Kollafjørð. Á seinasta borgarafundinum sóu øll, at t.d. tekniski stjórin, býararkitekturin, byggimálsdeildin og trivnaðarfyrisitingin øll áhaldandi arbeiða við at loysa átrokandi mál í Kollafirði.

Hesi mál fylla sera nógv, rættiliga nógv fólk arbeiða við hesum málum, og her koma stórar íløgur aftrat í nærmastu framtíð, millum annað nýggjur eldradepil og fleiri bústaðarøki.Á nevnda borgarafundi varð lagt fram yvirlit yvir øll potentiel byggiøki í Kollafirði. Av hesum hava vit nú valt vælegnað øki til stórar útstykkingar, sum vit hava søkt Búnaðarstovuna um at yvirtaka. So er tað upp til Búnaðarstovuna og festararnar í Kollafirði.

Trupulleikar við prísleguni
Kommunan útstykkjaði á Hamrabøi fyri 6-7 árum síðan. Trupult hevur verið at selja. Trý stykki vórðu seld nú ein dagin, men samstundis vórðu tvey onnur latin innaftur. Keyparar hava boðað kommununi frá, at tað er avbera trupult at fáa fígging til at byggja sethús á stykkini.

Kommunan hevur tí avgjørt og einmælt samtykt, at nýggju grundøkini á Lygnesi verða seld fyri minni enn kostprís. Tað merkir, at tey byggibúgvin koma at kosta um hálva miljón, soleiðis at kommunan missir 240.000 kr fyri hvørt grundstykki. Onnur og endaliga viðgerð í býráðnum verður, tá áhugin/eftirspurningurin er staðfestur.

Men Kommunala eftirlitið hjá Løgmálaráðnum hevur longu biðið um eina frágreiðing um hetta. Kommunan hevur víst á, at eingin áhugi er fyri stykkjunum, um tey verða boðin út fyri marknaðarprís.

Kommunan hevur mótvegis Løgmálaráðnum víst á, at afturmeldingarnar vísa, at tað er vónleyst at finna áhugaðar keyparar til stykki, ið verða seld fyri fullan kostprís, tí hesi fáa ikki fígging til sethús at seta á hesi stykki. Tí má seljast bíligari, um kommunan skal gera sær vónir um, at fólk fara at byggja í bygdini.

Kommunan hevur tríggjar ferðir boðið hetta lendið út til íbúðarbygging, uttan at tað er eydnast at selja lendið. Hesaferð verða stykkini gjørd byggibúgvin samstundis fyri at økja um áhugan og fyri at órógva grannarnar sum minst.

Kommunan hevur eisini víst á, at tá selt verður fyri fullan prís er lítil ella ongin áhugi hjá bæði keyparum og peningastovnum, tá hesi vita, at kommunal grundøki fáast til keyps í grannakommununi norðanfyri fyri ein nógv lægri kostnað, upp til fleiri hundrað túsund bíligari.

Eg eri av tí sannføring, at kommunan ger alt hon kann, fyri at fáa fleiri grundstykki so bíliga sum til ber og skapa fólkavøkstur og trivna, men tað er ikki kommunan, sum stýrir lánipolitikkinum hjá peningastovnum, og sum helst er veruliga avbjóðingin ikki bert í Kollafirði, men í bygdum sum heild.

Framtíðin
Tað, sum nú leggur í kortunum, er ein heildarætlan fyri samlaða økið við Sjógv. Her eru fleiri framtíðar byggilendi. Harnæst er talan um útstykking á Signabø og áður nevnda økið á Lygnesi. Her er talan um sera stórar íløgur, sum allar standa og fella við, hvussu áhugin verður at seta búgv í Kollafirði.

Tað verður avbera stór orka løgd í at loysa øll hesi mál, sum vónandi fara at gera, at tað verður lættari at seta búgv í Kollafirði. Men vit kenna ikki tørvin, og sum er, er áhugin er tíverri lítil og eingin, hóast bygdin hevur fjølbroytt tilboð á øllum økjum.

Sum nevnt er hugstoytt ferð eftir ferð at hoyra politikkarar taka samanleggingina millum Kollafjørð og Havnina fram sum dømi um eina miseydnaða samanlegging. Somuleiðis er hugstoytt hjá øllum, sum arbeiða við hesum málum, støðugt at vera fyri keðiligum ákoyringum í miðlunum.

Eg fái meg als ikki til at trúgva, at hetta er fatanin hjá kollfirðingum yvirhøvur. Og tað er heldur ikki fatanin, eg havi fingið á borgarafundum og aftaná.

Ein sundurskiljing er ikki møgulig uttan lógarbroytingar. Men er ónøgdin veruliga so stór, eiga vit kanska at taka málið upp í býráðnum, biða um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu og so lata landsmyndugleikunum málið at taka støðu til, um meiriluti er fyri at loysa frá Havnini.

Í aðrar mátar halda vit fram við tí góða samstarvinum.

Heðin Mortensen
borgarstjóri

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo