Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síðani 1987 havi eg arbeitt innan rúsevnisviðgerðarøkið bæði í Føroyum og í Danmark, og seinastu árini havi eg arbeitt á Novavi í Lyngby.

Nevnt verður í greinini hjá Ingolfi, at danir nú skulu tjena pengar upp á misnýtslu í Føroyum. Novavi er ein non-profit stovnur, ið seinastu fimm árini hevur havt eitt miðal rakstraravlop upp á uml. 2,5%. Um avmakaða rakstraravlopið hjá Novavi ber boð um at tað er fyri at tjena pengar, ella um tað er fyri at tryggja, at stovnurin til ein og hvørja tíð er førur fyri at svara hvørjum sítt, vil eg lata onnur at meta um.

Tilboðið, sum Novavi hevur sent Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, snýr seg um eina ambulanta viðgerð, sum fokuserar uppá at steðga alkoholmísnýstlu so tíðliga sum gjørligt – tvs. langt áðrenn ein endar í døgnviðgerð. Fyrimunurin við hesum er, at familjur – og ikki minst børn – so tíðliga sum gjørligt sleppa undan neiligu árinini av at liva í einum heimi, har alkoholmisnýtsla setur dagsskránna.

Ein annar fyrimunur er, at mísnýtarin framhaldandi kan verða til arbeiðis og liva eitt vanligt lív, meðan viðgerðin fer fram.

Sagt við øðrum orðum, so verða øll vinnarar, tá sett verður inn við viðgerð so tíðliga sum gjørligt.

Sjálv haldi eg, at føroysku tilboðini innan alkoholviðgerð eru góð, og at nógv dugnalig fólk arbeiða innan rúsevnisviðgerð í Føroyum. Tó er tað so, at ambulanta viðgerðin, sum Novavi bjóðar seg fram við, er til ein heilt annan málbólk, enn verandi viðgerðarstovnar í Føroyum vanliga fáast við.

Í mínum hugaheimi er talan ikki um antin-ella – men um bæði-og. Tí tað sum samfelagið og harvið borgarin fær mest burturúr, er, at viðgerðartilboðini fevna so breitt, at allir málbólkar hava møguleika at fáa júst ta viðgerð, tørvur er fyri.

Orsøkin til at Novavi bjóðar seg fram í Føroyum er, at stovnurin hevur nógvar og góðar royndir við ambulantu viðgerðini í Danmark. Novavi hevur sostatt eitt setup, ið lættliga kann takast í nýtslu í Føroyum – og við føroyingum umborð.

So kann ein spyrja seg sjálvan um, hví ein danskur stovnur skal koma til Føroya og bjóða seg fram. Her skal eg vísa á, at viðgerðarhættirnir bæði á Blákrossheiminum og á Heilbrigdinum eisini koma úttanífrá. So eg dugi illa at síggja hvør munurin er, nú Novavi bjóðar seg til við góðum royndum innan ambulanta alkoholviðgerð.

Vinarliga
Tordis Fagranes

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo