Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Næstu dagarnar verður Tjóðarleikvøllur Føroyinga karmur um steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Næstu dagarnar verður Tjóðarleikvøllur Føroyinga karmur um steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

Næstu dagarnar verður Tjóðarleikvøllur Føroyinga karmur um steypafinalurnar hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Tað verða teir ljósabláu víkingarnir úr Gøtu og Leirvík, og hvítu tikararnir úr Gundadali, ið leggja fyri, tá hol verður sett á ársins steypafinalur hjá gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum. Allar finalurnar verða spældar á Tórsvølli.

Komandi vikuskiftið eru fýra steypafinalur á skránni. Lagt verður fyri fríggjadain 30. september, tá fyrst U13 Dreingir og síðan U21 fara á vøllin, og leygardagin 1. oktober spæla U15 og U17 Dreingir.

Leygardagin verða seinnu hálvfinalurnar í steypakappingini hjá kvinnum eisini avgreiddar. Við Løkin í Runavík hittast NSÍ og KÍ. Fyrri dysturin endaði 1-0 til NSÍ. Og í Havn tekur HB, sum vann fyrru hálvfinaluna 2-0, ímóti EBS/Skála.

Skráin / Steypafinalurnar 2022

Fríggjadagin 30. september
Kl. 17:30 Víkingur – B36 (U13 Dreingir)
Kl. 19:30 HB – EB/Streymur (U21)

Leygardagin 1. oktober
Kl. 13:00 Víkingur – HB (U15 Dreingir)
Kl. 16:00 B36 – 07 Vestur (U17 Dreingir)

Mikudagin 19. oktober
Kl. 18:00 KÍ – Skála (U13 Gentur)

Fríggjadagin 21. oktober
Kl. 18:00 Skála – FC Hoyvík (U16 Gentur)

Leygardagin 29. oktober
Kl. 15:00 EBS/Skála / HB – KÍ / NSÍ (Steypakappingin kvinnur)
Kl. 19:00 07 Vestur / KÍ – Víkingur / HB (Løgmanssteypið)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo