Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Hagstovan: Konjunkturbarometrið fellur og er munandi lægri sammett við seinastu kanningarnar undan hesari. Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit hjá vinnuni og húsarhaldunum. Tað er serliga í tilfeingis- og ídnaðarvinnuni umframt handilsvinnuni, at minni bjartskygni er at hóma. Støðan hjá húsarhaldunum er mest sum óbroytt.

Treystitalið er nú -6, sum er væl niðanfyri langtíðar miðal á 17. Tað er serliga treystið í tilfeingis- og ídnaðarvinnunum, tað er í høvuðsheitum fiski- og alivinnan, ið minkar. Ávísin fyri handilsvinnuna og byggivinnuna minkar eisini lutfalsliga nógv, meðan ávísin tænasturvinnurnar bert fellur eitt vet. Fyri húsarhaldini er ávísin á mest sum sama stigi.

Spurnakanningar til húsarhaldini og fýra vinnubólkar eru grundarlagið at gera upp konjunkturbarometrið. Talvan niðanfyri vísir vísitølini fyri hvørja kanning sær.

Húsarhaldini meta búskaparstøðuna og fíggjarstøðu teirra verða betri um eitt ár
Brúkaravæntanirnar eru næstan á sama stigið í hesi kanningini, sum í kanningini í januar 2023. Vísitalið fyri brúkaravæntanirnar er 1 og er sostatt kvinkað eitt sindur upp síðani seinastu uppgerð, tá vísitalið vísti 0. Betraðu væntanirnar hjá húsarhaldunum stava frá framgongdini í metingini hjá húsarhaldunum um fíggjarligu støðuna hjá húsarhaldinum um eitt ár sammett við í dag. Eisini meta húsarhaldini búskaparstøðuna í Føroyum um eitt ár sammett við í dag at vera heldur frægari, men tó undir langtíðar miðalinum.

Ynskja framvegis at bíða við størri keypum
Tá prísirnir hækka, tykjast húsarhaldini at halda, at tað ikki loysir seg at gera størri keyp. Til spurningin um húsarhaldini meta tað verða røttu løtuna at gera størri keyp av t.d. húsbúnaði og eltólum, so eru tó eitt sindur færri hesaferð í mun til kanningina í januar 2023, ið ikki meta tað verða røttu løtuna. Nettotalið liggur framvegis væl undir langtíðar miðalinum. Húsarhaldini meta tað sjáldan vera røttu løtuna til húsakeyp. Tað sama er galdandi fyri bilakeyp. Brúkararnir vænta tó, at prísirnir fara at hækka spakuligari um eitt ár, enn teir hava gjørt seinasta árið.

Aðrir spurningar og grafar kunnu finnast á síðuni fyri brúkararnar. 

Handilsvinnan ikki nøgd við gongdina
Hóast prísvøksturin er minkaður, er hann framvegis høgur, og tað sæst aftur á søluni. Smásøluvísitalið fyri fyrsta ársfjórðing 2023 vísir, at eitt nú at selda nøgdin av klædnavørum og fótbúnaði lækkaði heili 14 prosent. Ávísin fyri handilsvinnuna er -12 sammett við 2 í kanningi í januar 2023. Hesin vinnubólkurin er í stóran mun veitari av vørum til innlendska marknaðin og húsarhaldsnýtslu. Av tí at húsarhaldini hava tykist at verið meira afturhaldin vegna stóra prísvøksturin seinasta árið og selda nøgdin er minkað, er handilsvinnan ikki nøgd við gongdina. 

Tilfeingis- og ídnaðarvinnan tykist stúrin
Treystið í tilfeingisvinnuni og øðrum ídnaði er fallið frá 8 til -15. Tað eru serliga bíleggingarnar, ið eru færri, umframt at fyritøkurnar vænta, at søluprísurin ikki verður eins høgur, sum hann hevur verið. Spurdu fyritøkurnar meta sín marknaðarlut verða viknaðan í mun til seinastu kanningina undan hesari. Tað verði seg bæði heimamarknaðarlut og útlendskan marknaðin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo