Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Almanna- og Mentamálaráðið: Mikukvøldið 18. oktober handar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, virðislønir landsins til lista- og mentafólk fyri árið 2023.

Miðnám í Vestmanna, sum heldur til á Fjarðavegi 4, verður karmur um hátíðarhaldið, sum verður mikukvøldið 18. oktobur kl. 19.00.

Tríggjar virðislønir verða handaðar:

Mentanarvirðisløn landsins, sum er 150.000 kr. Hon verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik.

Heiðursgáva landsins, sum er 75.000 kr. Hon verður latin teimum, ið hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Serstøk virðisløn, sum er 50.000 kr. Hon verður latin listafólki, mentafólki ella felagsskapi eftir landsstýrisfólksins egnu avgerð.

Harafturat verður sømdargáva latin, sum er 20.000 kr. um árið. Hon verður latin listafólki, ið hava útint listarligt avrik, ið verður mett at hava týdning fyri samtíð og framtíð.

Tiltakið er alment, og øll eru hjartaliga vælkomin. Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo