Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Innflutningurin í mai er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna skeið. Vøksturin í innflutninginum er nú 14 prosent. Vøksturin var størstur í august 2022 við 37 prosentum. Vit skulu aftur til desember 2021 fyri at finna ein vøkstur lægri enn 14 prosent.

Størsti vøksturin sæst í innflutninginum til alivinnuna, har innflutningsvirðið vaks 37,6 prosent.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 485,4 milliónir krónur, ella 28,2 prosent. Hetta stavar í høvuðsheitum frá prísvøkstri. Prísvøksturin er tó ikki líka høgur sum í juli 2022 tá prísurin nærum tvífaldaðist í mun til árið fyri.

Innflutningurin hjá privatu húsarhaldunum hevur, hóast hækkandi prístal, havt ein lágan vøkstur seinastu tíðina. Vit skulu aftur til tíðarskeiðið oktober 2020 til oktober 2021 fyri at síggja ein stóran vøkstur í innflutninginum til húsarhaldini.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo