Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Føroya løgting hevur einmælt samtykt, at Føroyar søkja um limaskap í Norðurlandaráðnum. Umsóknin varð send Norðurlandaráðnum í 2016, og hon er framvegis til viðgerðar.

Í umsóknini verður sum høvuðsorsøk, staðfest at Føroyar hava til fulnar yvirtikið øll málsøki, ið verða viðgjørd í Norðurlandaráðnum og í Norðurlendska ráðharraráðnum, og at tað einans eru Føroya løgting og Føroya landsstýri, ið hava tjóðskaparligan avgerðarførleika á nevndu økjum.

Við hesum í huga er ikki eitt haldgott sjónarmið, at Føroyar ikki eru umboðaðar á jøvnum føti við hini Norðurlondini í tí norðurlendska samstarvinum, har mál, ið hava við Føroyar at gera, verða viðgjørd.

At Føroyar fáa fullgildan limaskap í Norðurlandaráðnum er heilt í samsvari við allar tær yvirlýsingar og framtíðarhugsanir, sum siga at norðurlendskt samstarv byggir á álit, inklusjón, fólkaræði, og at Norðurlond skulu verða tann mest integreraði parturin av heiminum í 2030.

Føroyskur limaskapur í Norðurlandaráðnum er eitt rætt og týdningarmikið stig tann vegin.  

30. oktober 2023
Norrøna Felagið í Føroyum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo