Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Fyrsta juni 2024 verður málsøkið sjóuppmerking og vitaverk yvirtikið.

Føroyskir myndugleikar taka við hesum yvir ábyrgdini av 24 vitum, sum verða riknir frá gomlu Loranstøðini á Eiði.

Yvirtøkan fevnir haraafturat um onnur sjómerki, starvsfólk, rakstrarúgerð, sum er knýtt at vitunum, og rakstrarútgerð í DGPS-støðini á Bøllureyni.

Somuleiðis yvirtaka føroyskir myndugleikar ábyrgd av avtalum, samstarvi, sum Søfartsstyrelsen í dag hevur við m.a. Arktisk Kommando, MRCC og Landsverk. Landið yvirtekur samstundis ábyrgdina av teimum uppgávum, sum avtalurnar fevna um.

Nýggju uppgávurnar verða frameftir skipaðar í Sjóvinnustýrinum, tó í samstarvi við ymiskar aðrar føroyskar myndugleikar.

Árligi rakstrarkostnaðurin er áleið fýra milliónir kr.

Í 2024 játtanin 2,35 mió. kr. og í 2025 er játtanin framskrivað fyri fult ár, til 4,57 mió.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo