Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

AC Monza, sum spælir í Seriu C í Italia, hevur bjóðað svensku superstjørnuni Zlatan Ibrahimovic at skriva undir ein sáttmála við felagið, nú núverandi sáttmálin hjá honum við LA Galaxy gongur út á nýggjárinum.

Hetta skrivar Danmarks Radio.

Fyrrverandi italski leiðarin, Silvio Berlusconi eigur AC Monza, og er tað hann, sum hevur givið leiðsluni í felagnum mandat til at samráðast við Zlatan.

Berlusconi og Ibrahimovic hava eina fortíð saman í AC Milan. Fyrstnevndi átti AC Milan frá 1990 til 2017, meðan síðstnevndi spældi við Rossoneri frá 2010 til 2012.

Málsetningurin hjá AC Monza er at flyta upp í Seriu A innan tvey ár.

DR skrivar, at samskifti hevur verið ímillum AC Monza og Zlatan, og at AC Monza hevur bjóðað svianum, sum eftirhondini er vorðin 38 ára gamal, ein sáttmála uppá hálvttriðja ár.

Tað framgongur ikki, hvat Zlatan skal hava sagt til hetta.

Zlatan hevur spælt í amerikonsku Major League Soccer síðan mars 2018. Har hevur hann skotið 53 mál í 58 dystum fyri LA Galaxy.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo