Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Leygardagin 9. mars klokkan 17:00 seta 07 Vestur og Víkingur hol á landskappingini 2024 hjá monnum. Ársins fyrsti dystur verður á Dungasandi í Sørvági

FSF: Leygardagin 9. mars klokkan 17:00 fer fótbólturin av álvara á rull aftur í fremstu deildini hjá monnum. Landskappingin í Betri Deildini er nú klár, og lagt verður frá landi vikuskifti 9. og 10. mars.

Ársins fyrsti dystur verður á Dungasandi í Sørvági, har 07 Vestur tekur ímóti Víkingi. Sunnudagin 10. mars eru hinir fýra dystirnir í fyrsta umfari á skránni, og tá møtast liðini soleiðis: B68 – B36, KÍ – ÍF, Skála ÍF – EB/Streymur og HB – NSÍ.

Summarsteðgurin verður frá fyrst í juli til fyrst í august, og síðani verður spælt uttan íhald – tó undantikið við tveimum landsliðssteðgum – til leygardagin 26. oktober, tá landskappingin endar. Og í síðsta umfari eru dystirnir hesir: EB/Streymur – HB, Víkingur – 07 Vestur, B36 – Skála ÍF, ÍF – KÍ og NSÍ – B68.

Øll kappingin sæst her: Betri Deildin menn 2024

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 2. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo