Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Talan er hesaferð um 28 ára gamla brasilska miðvallaran Thiago Pinto Borges, ið hevur leikt út við 40 dystir í superligani í Danmark við ávíkavist Esbjerg og FC Vestsjælland.

Tað skrivar 07 Vestur.

Umframt tað hevur hann leikt við Trelleborg FF í bestu svensku deildini.

- Til stuttleikar kann nevnast, at Thiago á ungum árum var og royndarvandi í so navnframum feløgum sum AC Milan og Valencia. Thiago verður lýstur sum ein skjótur, tekniskur og arbeiðssamur miðvallari við nógvum dynamikki.

- Tað er eingin ivi, at Thiago og Ken Fagerberg er ein rættuliga stórir styrkir hjá liðnum fyri vestan, og má 07 Vestur roknast sum ein rættuligur avbjóðari at bíta seg fastan í Effo deildini.

- Thiago kemur saman við unnustu síni til landið beint eftir nýttárið, skrivar 07 Vestur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo