Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tá løgmaður valdi at kasta handklæðið í ringin, arbeiddu okur við at gera broyting í barsilslógini, ið skuldi geva foreldrum at tvíburum, dupultan barsil. Also eitt barnsburðarfarloyvi fyri hvørt barn.

Í dag fáa hesi einans 4 vikur eyka og tað er órættvíst. Tí, høvdu somu foreldur bert fingið eitt barn, høvdu tey fingið tvífalt so nógvan barsil og harvið ta neyðugu tíðina saman við einstaka barninum. Tað eru í síðsta enda børnini, ið verða revsaði fyri vantandi barsilstíðina.

Sum nú er, hava foreldur, eftir barnsburð, lógartryggjaðan rætt til at vera heima hjá barninum, í til samans 52 vikur. 14 vikur eyðmerktar til mammuna og 34 eru til at býta millum foreldrini.

Í vikunum, ið eru til býtis, og sum bert kunna nýtast aftan á viku 14 eftir barnsburð, kann bert eitt foreldur fáa barsilspening í senn. Tað er í lagið, um talan er um 1 barn, men tað er ikki í lagið tá til dømis tvíburar koma í verðina.

Allar kanningar vísa, at tvíburar hava brúk fyri, at tíð verður sett av til hvørt barnið.

Í Noregi fylgir barnsburðarfarloyvið hvørjum barni sær. Also, fleiri enn 1 barn, so meiri enn 1 barnsburðarfarloyvi.

Okur fara at gera arbeiðið liðugt, soleiðis, at tví- og trýburaforeldur fáa 1 barsil fyri hvørt barn, soleiðis at bæði foreldur hava møguleikan at vera heima og ansa smáu nýføðingunum.

Tað verða á leið 10 tvíburapør fødd árliga í Føroyum.

Bjarni Hammer
Valevni hjá Javnaðarflokkinum

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo