Nú er komið undir land við at hanga nýggj fríholt upp og skifta pullartar. Fríholtini eru skift og 12 nýggir pullartar, 9 á innaru bryggju og 3 á heimaru bryggju, eru skiftir, sigur Vága kommuna.
- Dagføringin av havnaøkinum hevur verið ein av fyrstu raðfestingunum hjá borgarstjóranum og Vinnu- og Havnanevndini. Arbeiðið at skifta fríholt hevur havna umsjónamaðurin, Heðin Samuelsen, sjálvur staðið fyri, ímeðan sp/f Dalsbø hevur leverað og fest pullartarnar.
- Kavari hevur verið niðri og er botnurin reinsaður, har millum annað 67 dekk vórðu tikin upp, umframt annað órudd.
- Miðja verður ímóti at seta upp tveir størri fendarar at verja skipini enn meira, um tørvur er á tí. Fendarirnir eru komnir til landið og vera settir upp í næstum. Teir eru ætlaðir til, tá suður er inni á vágni, skrivar kommunan.
Víðari sigur kommunan, at arbeitt verður við at gera eina heildarætan fyri Miðvágs - Sandavágs havn. J & K Petersen er í gongd við at skanna botnin inni á vágni, so eitt fullfíggja yvirlit fæst yvir, um møguligar broytingar eru á botninum.
- Botnkanningarnar fara at siga okkum um tørvur er á sandsúgvara, ella um nýggi brimgarðurin inni á sandinum heldir sandinum uppá pláss. Harvið fáa vit eitt dagført kort av botninum.
- Ætlan verður gjørd fyri at stoypa síðsta strekkið á heimaru brýggju, so trukkar betur kunnu koyra millum virkið og keikantin.
- Ynski er at fáa gagnnýtt økið betri til framtíðar inntøkur til kommununa og borgarum okkara, og hettar arbeiðið er byrjað.
- Kommunan er støðugt í vøkstri. Tað var frammi í seinastu viku, at vøksturin fyri Vága økið var steðgaður, men hetta var ikki galdandi fyri Vága kommunu. Her var ein vøkstur á uml. 1%, sigur Vága kommuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo