Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Næmingar, sum velja 10. flokk, gera tað mangan, tí teimum tørvar eitt eyka ár at gerast klárir og búnir at fara undir eina ungdómsútbúgving. EVA, sum hevur staðið fyri kanningini, hevur kannað kommunalu 10. flokkarnar í tíðarskeiðinum 2008-2013, og niðurstøðan er eitt nú, at 10. floks tilboðið ikki bøtir um sannlíkindini fyri, at næmingarnir fara undir eina ungdómsútbúgving ella gera útbúgvingina lidna. Kanningin fatar ikki um 10. flokk á eftirskúla ella kommunalar 10. floks deplar, sum ikki hava tilknýti til ein fólkaskúla.

- Málið við 10. flokki er at gera tey ungu til reiðar til víðari útbúgving. Tíverri vísir kanningin, at nógv ung í teimum kommunalu 10. flokkunum ikki fáa nóg nógv burtur úr skúlaárinum. Tí fari eg at taka stig til, at hini 10. floks tilboðini, tað vil siga eftirskúlar og 10. floks deplar, eisini verða eftirmettir, soleiðis at vit kunnu gera okkum eina mynd av, hvar, hvussu og hvørjum næmingarnir fáa mest burturúr, sigur Ellen Trane Nørby, kenslumálaráðharri í Danmark.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo