40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Bókasavnið við Løkin: Síðani Bókasavnið við Løkin fekk framkomna útgerð til videofundir, hevur hetta tilboð fingið góða undirtøku. Higartil hevur bókasavnið serliga samstarva við Fróðskaparsetrið um undirvísingartilboð. Eisini hava Klaksvík, Sandoyggin og Vágur verið við í samstarvinum. Fjarlesturin hevur virkað soleiðis, at undirvísarin og nakrir næmingar møta á Fróðskaparsetrinum, samstundis sum nakrir møta kring landið. Í heyst hava næmingar tikið løgfrøði sum fjarlestur og møtt í Runavík. Í morgun byrjaðu 10 lesandi á læraraútbúgvingini. Tey fara at møta í Runavík hvønn mikudag og fríggjadag heilt fram til Páskar.

Næmingar og undirvísarar fegnast
Stórsti fyrimunur hjá teimum lesandi er, at tey sleppa undan at ferðast langt hvønn dag. Tey spara bæði tíð og orku. Og hóast ein skermur er millum undirvísaran og tey lesandi í Runavík, so er læringin og úrtøkan sera góð, siga næmingarnir sum higartil hava brúkt útgerðina. Henda undirvísingarstøða er nýggj fyri næmingarnar, og krevur tí sjálvsagt eina ávísa tilvenjing. Men útgerðin virkar sera væl, og samskifti er næstan sum tá øll sita í sama høli.

Meiningsfult fyri kommunu og bókasavn
Tað er Runavíkar kommuna, sum eigur útgerðina, ímeðan Bókasavnið við Løkin umsitur og mennir fjarlestrartilboðið. Talan er um nútímans útgerð til videofundir, sum eisini er ætlað øðrum áhugaðum at brúka, sum td. vinnulívi og almennum stovnum.

Bókasavnið við Løkin er almenna fólkabókasavnið í Runavíkar kommunu. Fyri at menna eitt so viðkomandi bókasavnstilboð sum gjørligt, eigur man sjálvsagt at taka støði í nærumhvørvinum og m.a. arbeiða við teimum avbjóðingum sum eru her á staðnum. Hóast Runavíkar kommuna liggur mitt í landinum, so er kommunan á mangan hátt ein útjaðari, – eins og alt Føroya land er. Í Runavík er t.d. ongin rættiligur útbúgvingarstovnur, sum kann bjóða grundleggjandi útbúgvingar ella eftir- og ískoytisútbúgvingar.

Arbeiðsmegin fær eisini alsamt eitt hægri útbúgvingarstøði. Hesir borgarar hava ein áhaldandi tørv og eitt ynski, um at dagføra sína vitan og útbúgving. Runavíkar kommuna ynskir sjálvsagt eisini at skapa góð kor fyri henda partin av arbeiðsmegini. Videoútgerðin ger tað betri møguligt hjá borgarum at vera búsitandi her um leiðir, hóast hann ella hon fer undir útbúgving. Tøknin og umstøðurnar hóska eisini væl tá samskiftast skal við undirvísaran í sambandi við vegleiðing, próvtøku ella einstakar fyrilestrar.

Eisini virkir og feløg kunnu fáa ágóðan av hesi tøkni og umstøðunum hjá bókasavninum. Nú ber til hjá virkjum ella feløgum at brúka tænastuna tá tey ynskja at fundast við sínar samstarvsfelagar, sum kunnu sita hvar sum helst aðrastaðni í heiminum. Soleiðis eru bæði tíð og pengar at spara í mun til um man skuldi ferðast. Ein videofundur er sjálvsagt ikki tað sama sum at hittast andlit til andlit, men hetta er ein góður møguleiki at hava aftrat.

Bókasavnið er sjálvsagdur karmur um hetta virksemið. Endamálið hjá bókasavninum er m.a. at geva atgongd til vitan, at miðla vitan og vera karmur um samskifti. Eitt bókasavn kann síggjast sum ein vitanarverkstaður, har vitan verður skapt og ment. Við tilboðnum um videofundir vísir bókasavnið á nýggjar arbeiðshættir og mennir sín samfelagsleiklut. Málið er at fáa skapt eitt vitanarumhvørvið har fólk við ymiskum ørindum og frá ymiskari bakgrund meir ella minni tilvildarliga hittast á bókasavninum. Hetta skal vera staðið, har t.d. tann lesandi hittir umboð frá virkjum, undirvísarin hittir íverksetaran og borgarar annars hittast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo