40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Nú leygardagin 26. januar 2019 eru 100 ár liðin síðani seinastu búfólkini rýmdu av Skarði.

Í hesum sambandi skipar Felagið Skarðsbygd fyri ymsum tiltøkum. Leygarmorgunin klokkan 10:00 verður ein gongutúrur norður til Skarðs um veðrið verður til vildar. Tað er Brandur Klettskarð í Kongsstovu sum er ferðaleiðari.

Leygarmorgunin letur ein framsýning upp í Spaniastovu í Klaksvík, og har verða gamlir lutir av Skarði at síggja. Tað er í Miðstovuni í Klaksvík, og tað er opið frá klokkan 10:00 til klokkan 20:00

Klokkan 17:00 leygardagin verður minnisløta í Spaniastovu, har Óluva Klettskarð og Andras Sólstein halda fyrilestur. Tað verður sangur við Rut Brend og Magni Husgaard spælir undir.

Eisini greiðir Hanus G. Johansen  frá einum brævi í samband við eina hending á Skarði og aftaná syngur Hanus.

Síðani koma vit eisini at síggja myndir og filmsklipp, sum hava samband við Skarðsbygd. Aftaná verður eisini kaffi, te og kakur at fáa.

Sunnudagin verður minningargudstænasta í Kunoyar kirkju, har Jógvan Fríðriksson og Marjun Lómaklett prædika.

Framsýningin í Miðstovuni er eisini opin sunnudagin frá kl 16 : 00 til klokkan 20 : 00. 

Felagið Skarðsbygd varð stovnað í september í 2007 og endamálið var at seta ein minnisvarða norðuri á Skarði og málið var at kunna seta hann upp í 2013, tá 100 ár vóru liðin síðani skarðsbáturin gekk burtur í 1913 og sum gjørdi at bygdin doyði út.

Hetta eydnaðist felagnum og minnisvarðin varð avdúkaður 14. agust 2013 og ongantíð hava so nógv fólk verið norðuri á Skarði samstundis. Mett var at umleið 600 fólk vóru har hátíðardagin. Tað er Hans Pauli Olsen listamaður, sum hevur gjørt minnisvarðan.

Í viðtøkunum stóð at  felagið skuldi takast av, tá minnisvarðin var komin at standa, men nevndin og onnur hildu at tað vera spell at taka felagið av, so vit tóku og broyttu viðtøkurnar og felagið heldur áfram við øllum tí, ið hoyrir til Skarðsbygd.

Í desmber 2017 gav felagið eina bók út sum eitur : Hagabókin Fyri Uttan á Skarði.

Nú skipar so felagið fyri tiltøkum í samband við at tað eru 100 ár liðin síðani tey seinastu búfólkini rýmdu av Skarði.

Felagið arbeiðir og granskar í øllum, ið hevur tilknýti til bygdina. Tað eru umleið 60 limir í felagnum.

Í nevndini sita: Andrass Jacobsen formaður, Erla Mirmansdóttir kassameistari og Jákup Jacobsen skrivari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo