40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

28. apríl í 1916 kom lóg í gildi í Føroyum, har øll yvir 25 ár fingu valrætt og valbæri til Føroya Løgting. Tað vil siga, at eisini kvinnur og ognarleys fingu henda rættin. Sostatt var tikið eitt stórt stig á leiðini til størri fólkaræði.

Demokratia, ið arbeiðir við at økja um leiklutin hjá kvinnum í løgtingi og kommunustýrum, hevur tikið stig til at skipa fyri hátíðarhaldi í hesum sambandi.

Hátíðarhaldið verður 30. apríl kl. 14 í Norðulandahúsinum. Hátíðarhaldið er ókeypis, og øll áhugað eru vælkomin.

Sett er saman ein fjølbroytt skrá, har høvi verður at hoyra og síggja ymiskt bæði í álvara og gaman.

Hátíðarhaldið verður stroymað, soleiðis at øll skulu fáa høvi at fylgja við.

Um kvøldið verður skipað fyri upplestri og tónleiki í Sirkus.

Skráin í Norðulandahúsinum:

14.00: Marna Jacobsen, forkvinna í Demokratia bjóðar vælkomin
14.10: Tað frættist nú og fregnast. Sissal Grækarisdóttir Magnussen syngur
14.15: Fyrilestur við H.A. Sølvará
14.40: Lea Kampmann spælir 2 løg
14.50: Ritt Bjerregaard 1. Innslag

15.00: Steðgur

15.15: Sofaprát við Katrina Kallsberg, Eyðgunn Samuelsen og Sonju L. Jógvansdóttur. Moderator Sissal Kampmann
15.40: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg
15.55: Fyrilestur við Beintu í Jákupsstovu
16.20: Sjónleikur við Sóley Danielsen og Katrini Mortensen
16.35: Lea Kampmann spælir 2 løg

16.45: Steðgur

17.00: Ritt Bjerregaard 2. innslag
17.15: Guðrið Hansdóttir spælir 2 løg
17.30: Pallborðskjak við limum úr politisku ungmannafeløgunum. Orðstýrari, Katrin Petersen

Skráin í Sirkusi:

20.00: Jasmin Mote (tónleikur)
20.10: Anna Malan Jógvansdóttir (upplestur)
20.20: Malan Poulsen (upplestur)
20.30: Ingunn Gormsdóttir (tónleikur)
20.45: Sissal Kampmann (upplestur)

20.55: Steðgur

21.15: Vónbjørt Vang (upplestur)
21.25: Jasmin Mote (tónleikur)
21.35: Daniella Andreassen (upplestur)
21.45: Ingunn Gormsdóttir (tónleikur)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo