Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein 11 ára gamal ukrainskur drongur er komin einsamallur til Slovakia eftir eina ferð á yvir 1000 kilometrar, skrivar tíðindastovan AP.

Sambært innlendismálaráðnum í Slovakia kom drongurin til markið við einum plastposa, passinum og telefonnummari skrivaðum á hondina, skrivar DR.DK.

Mamma dreingin, Yulia Volodymyrivna Pisecka, sigur, at hon sendi hann einsamallan avstað við tokinum frá ukrainska býnum Zaporozhzhia eftir eitt russiskt álop á kjarnorkuverkið í býnum, men mátti sjálv vera eftir hjá mammu síni.

- Í Slovakia tóku fólk sær av honum, góvu honum at eta og hjálptu honum til Bratislava. Eg eri takksom fyri, at tit hava bjargað lívinum hjá soni mínum, sigur mamman í video, sum løgreglan í Slovakia hevur deilt.  

Sambært AP er drongurin nú saman við familjulimum í slovakiska høvuðsstaðnum, Bratislava, skrivar DR.DK. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo