Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Løgreglan: Eystari Landsrættur er í Føroyum í viku 34 og 35. Hesar vikurnar skulu 11 revsimál avgreiðast.

Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast av ákæruvaldinum og av tí dømda. Eystari Landsrættur er í Føroyum tríggjar ferðir um árið.

Hesaferð Eystari Landsrættur er í Føroyum, eru 11 revsimál á skrá. Fáar avmarkingar eru í, hvørji mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum ymisk.

Málini snúgva seg milllum annað um brot á djóravælferðarlógina, lóggávuna um rúsandi evni, harðskap, vitnihóttanir, neyðtøku og brot á ferðslulógina.

Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.

Rættarlistin, t.e. skráin fyri mál, sum verða viðgjørd í viku 34 og 35, er tøkur her:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo