40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hví eru so nógv í fátækraváða, tá ið vit eru so rík í Føroyum? Henda spurning fer Sonja Jógvansdóttir at viðgera í kvøld kl 19:30 í Perluni á fólksins Fólkafundi.

Í Føroyum eru 1160 børn í fátækraváða. Hetta er knapt tíggjundahvørt barn, men ymiskt er, hvør verður raktur og hvussu hetta rakar. Hvat kunnu vit gera og hvat eiga vit at gera?

Fyri eitt samfelag er tað skaðiligt, um ójavnin gerst ov stórur og nógv fólk enda í fátækraváða. Fyri eitt barn er tað serliga tyngjandi at vaksa upp í fátækradømi, og merkir hetta mangan tilveruna í vaksnamannalívinum eisini.

Hví er tað so týdningarmikið at lyfta børn úr fátækraváða, og hvussu kann hetta gerast eru nakrir av spurningunum, sum vera viðgjørdir í Perluni í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo