Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skúlablaðið: Í skúlanum á Giljanesi hava næmingar sjálvir tikið stig til at skipa fyri einum lesiringi. Tær vóru fýra gentur, sum sjálvar byrjaðu ein lesiring, tí teimum dámar væl at lesa. Tær byrjaðu tí at avtala at lesa eina ávísa bók, og síðani at møtast og tosa um bókina.

Hesar genturnar settu seg síðani í samband við Oddmar Ravnsfjall, sum er bókavørður í Skúlanum á Giljanesi. Tær ynsktu at fáa hann at hjálpa teimum at víðka um lesiringin.

Nakað fyri jól byrjaði “Lesiringurin á Giljanesi”, og nú eru tey 14 næmingar tilsamans úr 6. til 10. flokki.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo