40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er sanniliga gott at vit hava ungdómstingið!

Uttan tað hevði einki uppskot komið fram um 16 ára valrætt!

Tað er í tøkum tíma, at vit fáa hetta aldursmark her á landi.

Tá Nelson Mandela kom úr geglinum og gjørdist forseti í Suðurafrika, var eitt av uppskotum hansara at valaldurin skuldi vera 14 ár. Hann segði, at tað vóru nógv ung, sum høvdu tikið upp vápn fyri at vinna frælsið, og tá tey tordu at skjóta við einari kalasjnikov, kundi einki forða fyri at tey fingu ein blýant at greiða atkvøðu við.

So mikið er hent fyrr, at álit er sýnt teimum ungu. Tá norðmenn í 1814 komu saman á Eiðisvøllum at gera stjórnarskrá og velja kong var yngsti valdi luttakarin 17 ár! Hann fekk eina glæsiliga yrkisleið í sínum fosturlandi.

Í Føroyum hava vit góðar royndir av teimum ungu. Mangar gamlar sluppir komu heim við gyltum fongi eftir at hava fingið fiskiskipara sum var so ungur at hann mátti fáa sær flaggskipara sum hevði lógaldur.

Tað er tí at vóna, at ungdómstingið fer at samtykkja uppskotið og at løgtingið ger tað til lóg so vit á kommunuvalinum kunnu fáa onkran valdan, sum er undir 18!

Zakarias Wang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo