Maðurin stýrir verðini. Konan stýrir manninum
- Spanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vetrarhálvuna, tá ið eingin sigling er vestur til Mykinesar, og tú ikki ert útoyggjafólk, ja, so kann tað gerast dýrt at fáa til dømis nakrar tunnur av olju vestur til Mykinesar.

Hans Gudmundsen, sum ætlaði sær at fáa 4 oljutunnur vestur til hús í Mykinesi, helt at tað ikki fór at gerast nakar trupulleiki, tað plagdi tað ikki, men nú er tað ikki sama skipan sum hevur verið.

- Tá ið eg ringdi til Atlantic, tí eg vildi hava tunnurnar fluttar vestur við tyrluni, var spurt, um eg eri búfólk á oynni, men tað eri eg ikki, sigur Hans Gudmundsen.

- So fekk eg at vita, at skal tyrlan flyta mær tunnurnar vestur til Mykinesar, so kostar tað 17.500 krónur pluss mvg.

- Hetta kann gerast ein dýrur flutningur, um tú so leggur einar 7-8000 afturat fyri sjálva oljuna, sigur Hans Gudmundsen.

Nær henda skipan er komin, at ikki-búfólk á oynni skulu gjalda so nógv fyri flutningin, veit Hans Gudmundsen ikki, og tá ið VP spyr samferðsluráðharran Jørgen Niclasen um eina viðmerking, so er hann heldur ikki kunnaður um at hesin flutningur er vorðin so dýrur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo