40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Eitt stórt parkeringspláss skal byggjast framman fyri Landssjúkrahúsið, sum kann loysa tað ovurstóru avbjóðing, sum tað er fyri sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk at finna eitt stað at seta bilin.

Tað er ikki bara lønin hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ikki fylgir við tíðini. Tað gera parkeringsviðurskiftini við Landssjúkrahúsið heldur ikki. Tað tekur alt ov langa tíð at finna eitt stað at parkera.

Løgtingið átti at gjørt fleiri parkeringspláss, men einki er hent, og einki fer at henda. Tí skal Tórshavnar kommuna taka um endan og syrgja fyri, at starvsfólk, sjúklingar og avvarðandi lættari finna eitt stað at seta bilin.

Fái eg undirtøku á býráðsvalinum, fari eg alt fyri eitt at arbeiða fyri at gera eitt stórt parkeringspláss framman fyri LS.

Parkeringsplássið verður gjørt beint við nýggja bátahylin, sum verður gjørdur í løtuni. Tað er lagamanna at fylla út sunnan fyri bátahylin.

Tá ið parkeringsplássið er komið, tekur tað minni enn 1 minutt at ganga inn á LS.

Nýggja parkeringsplássið verður fimm ferðir so stórt sum økið við Hornahúsið, har pláss í dag er fyri 39 bilum. Á nýggja parkeringsplássinum kunnu 188 bilar standa. Nýggja parkeringsplássið kostar 12 mió. kr. at gera, og teir pengarnir eru væl givnir út.

Tað er sera umráðandi, at parkeringin á nýggja parkeringsplássinum ikki er tíðaravmarkað. Starvsfólk skulu ikki renna út í heilum at flyta skivuna. Tey renna nóg nógv, sum er.

Høgni S. Reistrup
Býráðsvalevni í Havn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo